Lýsing
Lýsing
Lýsing
Ruth Vang framman fyri framløguna av kørmunum fyri 2026. Fyrst og fremst verður hækkandi livialdurin mettur at vera orsøkin til, at føroyski búskapurin er komin undir trýst | Mynd: Fíggjarmálaráðið

Hægri livialdur elvir til stórt høvuðbrýggj í Tinganesi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  31.03.2025 - 16:21 Politikkur Tíðindi

Í dag legði Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, fram játtanarkarmarnar fyri 2026. Í stuttum verður sagt, at hall fer at vera á fíggjarlógini fram til 2030, og serliga ein orsøk gongur aftur sum ein reyður tráður gjøgnum tíðindaskrivið. Tað er ”broytta fólkasamansetingin við fleiri eldri fólkum”

 

 

Boðskapurin er ikki til at fara skeivur av. Í sjálvum tíðindaskrivinum á heimasíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum stendur ”Framskrivingar fyri árini 2026-2030 vísa, at uttan átøk fer landskassin at hava hall øll árini til og við 2030. Ein týðandi orsøk er broytta fólkasamansetingin við vaksandi talið av eldri fólki”. Inni í sjálvum uppskotinum til samtyktar verður endurtikið ”Broytta fólkasamansetingin við fleiri eldri fólkum leggur trýst á almennu kassarnar.”

Og hetta verður endurtikið við ymiskum formuleringum gjøgnum alt uppskotið. Eitt nú stendur ”Sambært framskrivaðu játtanarkørmunum er næstan allur rakstrarvøksturin komandi fimm árini innan almanna og -heilsuøkið. Høvuðsorsøkin er broytta fólkasamansetingin, sum hevur við sær vaksandi tal av eldri fólki.” og

”framrokningar [vísa] greitt, at aldurs- og fólkasamansetingin fer at broytast næstu árini, soleiðis at lutfalsliga færri fólk verða í aldursbólkinum 16 til 66 ár, í mun til talið í aldursbólkinum 67 ár og eldri. Tað er eisini orsakin til, at stórar avbjóðingar eru við haldførinum í almenna búskapinum”. og

”Í nýggjastu metingini av haldførinum er nevnt, at stórar haldførisavbjóðingar framvegis eru í almenna geiranum, og at tær serliga stava frá broyttari fólkasamanseting, sum framrokningar av fólkatali og aldurssamanseting vísa vera í framtíðini.”

Sostatt er greitt, at Landsstýrið væntar nógvar og stórar útreiðslur av, at fólk nú gerast eldri enn áður. Eitt uppskot hevur verið at hækka pensiónsaldurin, men í uppskotinum til samtyktar stendur undir ”Fyritíðarpensjón”, at ”Framskrivað er við mettari nettotilgongd av pensjónistum. Nettotilgongdin er vaksin vegna tað, at eftirlønaraldurin er hækkaður upp í 67 og eitt hálvt ár.”, og sostatt hevur seinasta hækkingin av fólkapensjónini merkt, at Føroyar hava fingið fleiri fyritíðarpensjónistar.

Ruth Vang skjýtur upp, at almenni raksturin skal tillagast fyri at loysa haldførisavbjóðingina, og sagt verður, at í 2026 eru útreiðslurnar 4,7% hægri enn í samtyktu fíggjarlógini fyri 2025, eitt tal sum Fíggjarmálaráðið vil hava niður á 4% í 2026. Tí stendur eisini, at Landsstýrið fer at fremja átøk fyri 55 mió. kr. í 2026, eins og at átøk mugu fremjast fyri 35 mió. um árið framyvir fyri at tálma útreiðsluvøksturin. 

 

Tíðindaskrivið og leinki til alt uppskotið er at finna her:

https://www.fmr.fo/fo/kunning/tidindi/atoek-og-regluverk-tryggja-betri-haldfoeri

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…