Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroya Ellisakfør sýna fram í SMS

SKRIVAÐ: Føroya Ellisakfør  |  01.04.2025 - 13:24 Mentan Tíðindaskriv

Forvitnislig framsýning í SMS, har Føroya Ellisakfør fara at sýna fram nøkur ellisakfør. Talan er um nakrar útvaldar bilar, motorsúkklur og prutl, sum verða víst fram á Torginum í SMS.

 

 

Føroya Ellisakfør hevur fyri kortum fingið nýtt búmerki, og í sambandi við nýggja samleikan hjá felagnum hava vit eisini gjørt keppar, pennar og lyklaringar, sum verða at fáa á framsýningini. Felagið hevur eisini fingið nýggja heimasíðu, ellisakfor.fo

Felagið Føroya Ellisakfør varð stovna 4. februar í 1992 av monnum, sum høvdu áhuga fyri gomlum bilum og súkklum. Endamálið við felagnum er at fylkjast um ítrivið við gomlum bilum og súkklum, men eisini at bøta um korini hjá teimum, sum eiga gomul akfør. Eitt nú við avtalum við tryggingarfeløg. Arbeitt hevur eisini verið saman við landsins myndugleikum at vinna ljóð fyri eitt nú, at ellisakfør ikki rinda vegskatt, tí tey koyra so lítið á vegunum. Einini var í sínari tíð gjørd avtala við Bileftirlitið, sum Akstovan tá æt, um at ellisakfør kunnu góðkennast við gomlum eftirgjørdum nummarplátum, sum tó skulu góðkennast á Akstovuni.

Tiltakið í SMS í viku er ætlað sum upplýsandi tiltak um felagið og virksemið tess.

 

Føroya Ellisakfør

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…