Lýsing
Lýsing
Lýsing

Metnógvar skaðafráboðanir í 2024

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  02.04.2025 - 14:01 Tíðindaskriv

Betri Trygging kunnger í dag roknskapin fyri 2024: 407 milliónir í skaðaendurgjøldum. Ongantíð áður hevur felagið fingið so nógvar skaðafráboðanir. Hóast hetta vísti roknskapurin eitt yvirskot eftir skatt á 79 milliónir krónur.

 

2024 var eitt avbjóðandi ár bæði fyri fólk og vinnu. Stórir skaðar á sjógvi og landi umframt ódnarveðrið í januar høvdu stóra ávirkan á roknskapin.

– Í alt vóru nærum 14.000 skaðar fráboðaðir. Tað er hægsta talið í søgu felagsins. Ódnin í januar aleina elvdi til 1300 skaðar. Hetta var eitt ár, har ið náttúrukreftirnar vístu sína megi, sigur Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri í Betri Trygging.  

Tryggingarinntøkurnar vóru á 540 milliónir krónur, sum er ein vøkstur á 8,2 %. Hetta kemst av øktum virksemi, nýggjum tryggingarvørum, fleiri kundum og prísvøkstri. Kundarnir hjá felagnum raðfesta í vaksandi mun tryggleika, og Betri Trygging hevur ment úrvalið av tryggingum og tilvalum, so at kundarnir nú hava fleiri møguleikar at tryggja seg.

– Meginparturin av yvirskotinum stavar tó frá íløgum. Roknskapurin fyri 2024 vísir eitt yvirskot eftir skatt á 79 milliónir krónur, sigur forstjórin.

Betri Trygging mennist í hvørjum, og ein reyður tráður í menningini er kundatænastan. Sum nakað nýtt hevur felagið útgoldið 7,5 milliónir krónur í bonus til privatkundar, sum hava koyrt skaðaleyst í 2024. Samstundis hevur felagið framhaldandi ment fleiri tryggingartænastur, so at tað gerst lættari at tryggja seg.

– Ein týðandi broyting í 2023 var, at kundar okkara fingu møguleikan at rinda tryggingargjaldið mánaðarliga, og hetta hevur verið væl móttikið. Altsamt fleiri tryggingartakarar velja hesa skipan. Eisini er appin »Mín Trygging« í støðugari menning, og fleiri nýta hana til at tillaga sína trygging og at boða frá skaða, sigur Ingunn.

Meðan skaðaendurgjøld á 407 milliónir krónur eru nógvir pengar, so benda tryggingarinntøkurnar og marknaðaríløgurnar á, at føroyski tryggingarrisin stendur óskalaður og mestsum ristir illveðrið frá 2024 av sær. Solvensdekningurin hjá felagnum var 273 %, og vísir hetta, at Betri Trygging er eitt sterkt tryggingarfelag.

– Jú, tølini síggja góð út, men nærum 14.000 skaðar – tað er ómetaliga nógv, so 2024 verður minst sum eitt illveðursár. Í Føroyum vita vit, hvør ið ræður – náttúran. Tí vita vit eisini, hvussu alneyðugt tað er við góðari trygging, sigur Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri í Betri Trygging.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…