Lýsing
Lýsing
Lýsing

Grammy-vinnari á palli í OY – Printz Board & The Butter Funk Family (USA)

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  03.04.2025 - 10:39 Tíðindaskriv

Leygarkvøldið 5. apríl kl. 21:00 verður OY karmur um eina altjóða tónleikauppliving, tá Grammy-vinnandi tónleikaframleiðarin, sangarin og multi-instrumentalisturin Printz Board fer á pall saman við sínum orkestri The Butter Funk Family.

 

Printz Board hevur í yvir tvey áratíggju verið ein týðandi leikari í altjóða tónleikaídnaðinum. Hann er serliga kendur fyri sítt arbeiði við Black Eyed Peas, har hann hevur verið við at skriva og framleitt fleiri av teirra kendastu løgum, m.a. “Where Is the Love?”, “Boom Boom Pow” og “Meet Me Halfway”. Umframt hetta hevur hann eisini samstarvað við nøvn sum Justin Timberlake, Fergie, CeeLo Green og Mark Ronson.

Við The Butter Funk Family bjóðar Printz Board eina orkufulla og improviseraða framførslu við røtum í funk, soul og groove. Konsertin í OY verður tann fyrsta av sínum slag í Føroyum, og sambært Printz sjálvum hevur hann longu fingið góðan tokka fyri landið.

“Eg elski at vera her,” sigur hann. “Tá eg steig á land, merkti eg beinanvegin eina heilt serliga orku. Eg elski seyðin, byggilistina, flaðtekirnar, fossarnar – og eg elski matin!”

Og sambondini til Føroyar eru longu til staðar. Mikael Blak, Per Ingvaldi Højgaard Petersen og Rógvi á Rógvu – tríggir av mest virknu og royndu tónleikarunum í Føroyum – fara allir at spæla saman við Printz leygarkvøldið. Teir kenna hann frá einari turné við Eivør í Los Angeles, og tónleikaligt vinalag uppstóð beinanvegin. Nú hittast teir aftur til eitt kvøld merkt av funki, improvisatión og livandi spæligleði.

Konsertin verður hildin í OY, ið seinastu árini hevur ment seg til ein av høvuðspallunum fyri livandi tónleik í Tórshavn.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Samrøða við Rakul Ró Steintórsdóttir og…
Samrøða við Hanus Kjølbrø
Samrøða við Terji Rasmussen
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…
Lágu laksaprísir­nir eru ikki bara ringir
Myndarøð: Føroyar-Eysturríki 0-9
Samgongan revsar reiðarí í Klaksvík
Dynamit tekur Vágsbø