Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vága Floghavn tillagar tænastugjøld

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.04.2025 - 07:24 Tíðindi Vinna

Krøvini til flogvallarrakstur eru herd munandi seinastu árini, og stórar íløgur eru fyri framman hjá Vága Floghavn - tí verða tænastugjøldini hækkað

 

 

Vága Floghavn hevur avgjørt at hækka tænastugjøldini frá 1. apríl 2026. Hetta verður gjørt fyri at tryggja rakstur, viðlíkahald og fyri at brynja Vága Floghavn til framtíðar vøkstur.

Síðani flogvøllurin varð yvirtikin í 2007 eru tænastugjøldini lítið broytt. Ferðafólkatalið er nógv økt, og krøvini til flogvallarrakstur eru munandi herd. Útreiðslurnar eru sostatt øktar nógv, uttan at tænastugjøldini eru hækkað samsvarandi. Flestu flogvøllir í londunum kring okkum tillaga javnan síni gjøld, og nú ger Vága Floghavn tað sama.

 

Neyðugar íløgur

Vága Floghavn P/F er eitt skrásett partafelag, sum tískil skal tillaga raksturin, soleiðis at samsvar er millum útreiðslur og inntøkur. Hetta er somuleiðis galdandi, tá neyðugar íløgur mugu fíggjast við lántøku.

Eftir yvirtøkuna av flogvøllinum vórðu stórar íløgur gjørdar í m.a. nýggja farstøð og leinging av flogbreytini. Tær íløgur, ið eru gjørdar síðan tá, eru flestallar fíggjaðar av rakstrinum. Komandi árini skulu stórar íløgur fremjast, eitt nú í nýggjan hangar til Atlantic Airways, parkeringspláss, at asfaltera flogbreytina og víðka um vendiplássini til flogførini, v.m.

Størsta íløgan fyri framman er víðkan av farstøðini, sum er ov trong til støðugt vaksandi talið av ferðafólkum. Ein verkætlanarkapping er í gongd, og gongst sum ætlað, stendur ein nýggj, framtíðartryggjað farstøð liðug í 2029/2030.

 

Hækkar 60 krónur

Sum er, rindar hvør ferðandi 170 kr. í tænastugjaldi til Vága Floghavn, sum partur av ferðaseðlakostnaðinum við fráferð úr Vágum. Hetta gjald hækkar við 60 kr., soleiðis at tað frá 1. apríl 2026 verður 230 kr. Hetta er á leið tað sama, sum á flogvøllinum í Keypmannahavn, meðan aðrir flogvøllir í grannalondum okkara liggja bæði hægri og lægri.

Umframt omanfyri nevndu broytingar, verða eisini gjørdar tillagingar í startgjøldum og støðugjøldum hjá flogførum.

Gjøldini fyri at parkera bilin á økinum hjá Vága Floghavn verða somuleiðis tillagað, við gildi frá 1. mai komandi. Nærri verður kunnað um hetta á heimasíðu felagsins.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Samrøða við Rakul Ró Steintórsdóttir og…
Samrøða við Hanus Kjølbrø
Samrøða við Terji Rasmussen
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…
Lágu laksaprísir­nir eru ikki bara ringir
Myndarøð: Føroyar-Eysturríki 0-9
Samgongan revsar reiðarí í Klaksvík
Dynamit tekur Vágsbø