Lýsing
Lýsing
Lýsing

3. og seinasta umfar av altjóða hópfígging

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  04.04.2025 - 07:27 Tíðindaskriv Vinna

Fyrsta whisky hjá Faer Isles Distillery kemur á marknaðin næsta ár, og her í apríl kemur felagið á størstu evropeisku marknaðirnar so sum Frankaríki og Týsklandi. Eisini er umfatandi avtala gjørd við ein stóran amerikanskan innflytara, sum tryggjar, at vørurnar hjá Faer Isles koma á marknaðin í USA í summar.

 

 

Higartil eru íløgur fyri umleið 60 mió. gjørdar í verkætlanina, sum harvið hevur framt allar stóru íløgurnar og er í fullari drift. Hetta er partvíst fíggjað við altjóða hópfígging, sum er eitt eindømi í Føroyum. Fyrru umførini vóru í 2021 og 2023, og nú er triðja og seinasta umfarið. Altjóða kampanjan er byrjað og koyrir einans nú í apríl.

Fyrru umførini eydnaðust sera væl, og felagið hevur í dag +1000 íleggjarar í 31 londum. Útbjóðing og greiningartilfar (prospekt) eru góðkend av danska Fíggjareftirlitinum.

Inntøkurnar frá hesum seinasta umfarinum av hópfígging skulu nýtast til at fíggja kostnaðin av at byggja upp altjóða søluliðið og marknaðarføringina í nýggju marknaðunum.

Lykilin til at fáa hol á altjóða søluna hevur í stóran mun verið ein heilt nýggj og serstøk fløska, sum er sniðgivin og framleidd beinleiðis til Faer Isles Distillery. Meira verður at frætta um hetta skjótt.

Minstamarkið er 50 partabrøv á 120 kr. partabrævið.

Útboðið fer fram á heimasíðu felagsins, www.faer.fo. Har er ein íløguframløga at finna við tilfari um felagið og ætlanirnar fyri framman.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…