Lýsing
Lýsing
Lýsing
Aurora Borealis omanvert Norðoyggjar | Mynd: Birna Tómasson

Norðlýsið er vakurt

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.04.2025 - 14:57 Tíðindi Veðrið

Lesari hevur sent Norðlýsinum eina vakra mynd av aurora borealis omanvert Norðoyggjar. Tað er hesum himnafyribrigdi, blaðið er uppkallað eftir, og tað hevur eina áhugaverda søgu, bæði náttúruvísindaliga og mytologiskt

 

 

Norðlýsi sær út sum litfagrar gardinur á himmalhválvinum. Orsøkin er, at partiklar frá Sólini, sum eru løddir við ravmagni, undir einum sólstormi verða slongdir út í rúmdina. Teir verða ”fangaðir” av magnetfeltinum hjá jørðini og renna her saman við atom og molekylir frá Jørðini, fyrst og fremst við magnetisku pólarnar við Arktis og Antarktis; tað er tí, at aurora-fyribrigdið sæst best og oftast heilt norðalaga og longst suðuri á planetini. Úrslitið minnir um at hita gass upp og fáa tað at gløða.

Tá hetta hendir norðanfyri, verður tað rópt aurora borealis, meðan samsvarandi fyribrigdið við Suðurpólin verður rópt aurora australis. Borealis merkir vindur, og fyribrigdið minnir eisini um gardinur, sum bleiktra í vindinum.

Í norrønu gudalæruni hildu fólk, at Norðlýsið var ein verjugarður, sum varð bygdur úr eygnavippunum hjá frum-jatnanum Ymir, hvørs kroppur er nýttur sum byggitilfar at mynda alla Jørðina úr. Ása-gudarnir bygdu hendan garðin runt kring Miðgarð (ið er Jørðin) fyri at verja menniskjuni ímóti jatnunum, og tí sæst Norðlýsið bert longst norðuri – tað er har, Jørðin endar og ríki jatnanna byrjar, hildu norðbúgvar. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Metstórar skatta­rætt­ingar í 2024
Føroyskir triatletar luttikið í kappingu…
Søgan um Merle Haggard (5:9)
Vinn atgongumerki til Summar­festivalin
Bústaðarmarknaðu­rin kókar og føroyingu…
Julian vitjar Norðlýsið
Integratións­lógin sett í gildi
Hvat við at spara innan kleyvarskap?
Sethúsaprísirnir halda áfram at hækka
Lions og list á ólavsøku
Føroyskir audiologopedar hava stovnað áh…
Ein dýrabar løta við mentan, mati og sam…
Kostnaðu­rin av at reka vinnu má takast í…
Nýggja stuðuls­skipanin til gransking, me…
Parasport Føroyar og Atlantic Airways lo…
Signar syngur við
Málningar á Laksatorginum
Laksatorgið 2025 – Ein uppliving fyri al…
Sokallaða tjóðarsemjan
Umvæling av ambulatorii­num til skopi og…