Lýsing
Lýsing
Lýsing
Í 2018 bleiv KÍ útsligið fyrsta umfar í Trongisvági av TB /FCS/Royn. | Mynd: Jákup Ósá

KÍ plagar at gera skjótt av í kappingini um løgmanssteypið

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  05.04.2025 - 08:46 Ítrottur Tíðindi

Tað eru skjótt 10 ár síðani, at KÍ vann kappingina um løgmanssteypið og eisini er langt millum finalurnar, tí KÍ hevur bara einaferð síðani 2016 verið í finaluni.

Hóast FM er nógv størsti heiðurin í fótbóltsárinum, so er finalan um løfmanssteypið ofta størsti einstaki dagurin. Hesi síðstu árini hevur eisini nógv staðið uppá spæl, tí vinnarin av kappingini um løgmanssteypið í 2023 og 2024 byrjar í 2. umfari í Conference League árið eftir. Enn ber ikki til at siga tað við vissu, men sannlíkt er, at steypavinnarin í 2025 eisini byrjar í 2. umfari í Conference League í 2026.

 


KÍ trívist illa í steypakappingini

KÍ trívist illa í steypakappingini óansæð um vit fara aftur í tíðina ella tosa um síðstu árini. KÍ hevur bara seks ferðir vunnið steypakappingina, sum er sama tal sum Víkingur, sum er stovnað í 2008. Søguliga sæð var ein frágreiðing, at KÍ ikki luttók í átta steypakappingum av teimum 15 FM-árunum hjá KÍ fram til 1970.

Síðstu árini hevur KÍ havt tað sera torført í steypakappingini. Samanbera vit við hini topp 5 liðini, so hava liðini síðani til og við 2017 verið umboðað í finaluni:

5 ferð: HB

4 ferð: B36

3 ferð: Víkingur

2 ferð: NSÍ

1 ferð: KÍ

 


2017: Hálvfinalu

2018: Útslignir fyrsta umfar

2019: Hálvfinalu

2020: Útslignir fyrsta umfar

2021: Útslignir fyrsta umfar

2022: Finalu

2023: Útslignir fyrsta umfar

2024: Útslignir fyrsta umfar

 

Sostatt síggja vit, at hóast KÍ síðstu fimm árini er endað í topp 3, so hevur liðið bara einaferð hesi árini verið millum átta tey síðstu liðini í steypakappingini. Og tað árið, í 2022, møtti KÍ ongum topp 5 liði áveg í finaluna. Mótstøðuliðini vóru Skála, ÍF og 07 Vestur. Síðani KÍ vann kappingina um løgmanssteypið í 2016 hevur KÍ bara einaferð vunnið á einum topp 5 liði í kappingini. Tað var í fjórðingsfinaluni í 2019 móti B36, tá KÍ vann eftir longda leiktíð.

Mánakvøldið kl. 18.30 møtast HB-KÍ í Gundadali í fyrsta umfari í kappingini um løgmanssteypið 2025. Vinnarin fær heimavøll móti vinnaranum av 07 Vestur-B36 í fjórðingsfinaluni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…