Lýsing
Lýsing
Lýsing

SÍ og Mjølnir løgdu fyri við sigrum í steypakappingini

SKRIVAÐ: Flogbóltssamband Føroya  |  05.04.2025 - 11:56 Ítrottur Tíðindi

Øll liðini spæla eina ferð ímóti hvørjum øðrum, og fýra tey fremstu spæla hálvfinalur á Giljanesi leygardagin 19. apríl, har nr. 1 spælir ímóti nr. 4, og nr. 2 spælir ímóti nr. 3.

 

Bónuskappingin, menn:

Fleyr – SÍ 0-3 (24-26, 22-25, 14-25)
Hóskvøldið varð skjøtul settur á Bónus steypakappingina hjá monnum, tá Fleyr og SÍ møttust í havn í dysti, sum stundum var spennandi, tó at SÍ vann 3-0.

Í fyrsta setti tóktist SÍ vera farið avstað við settinum, tá ið teir vóru á odda 18-11. Fleyr kom tó afturíaftur og yvirlivdi fýra settbóltar og javnaði til 24-24, men bara fyri at síggja SÍ vinna næstu tveir bóltarnar og settið 26-24.

Fleyr legði seg á odda 15-11 í øðrum setti, men so kom stígur í, og SÍ vann seks stig á rað og helt seg frammanfyri restina av settinum og vann 25-22.
Í triðja setti gjørdist talan um rættiligan avsmurning, hóast Fleyr var á odda 7-3 og 9-6, men eftir hetta vann Fleyr einans fimm bóltar afturat, og so vann SÍ 25-14.


Mjølnir – Ternan 0-3 (25-15, 25-19, 27-25)
Í gjárkvøldið tók so nýklakti føroyameistarin Mjølnir ímóti Ternuni, sum ongan landskappingardyst vann, og einans vann tvey sett til samans. Í gjár restaði lítið í hjá Ternuni at taka triðja settið, eftir at Ternan hevði yvirlivað seks dystarbóltar og hevði javnað til 24-24. Tað rakk kortini ikki, tí Mjølnir vann 27-25. Hin bæði fyrru settini hevði Mjølnir vunnið 25-15 og 25-19 uttan himpr.

Í dag kl. 13 spæla menninir hjá Fleyr og ÍF í Havn.

Øll liðini spæla eina ferð ímóti hvørjum øðrum, og fýra tey fremstu spæla hálvfinalur á Giljanesi leygardagin 19. apríl, har nr. 1 spælir ímóti nr. 4, og nr. 2 spælir ímóti nr. 3.

Finalan verður í Sandoynni leygardagin 26. apríl.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…