Lýsing
Lýsing
Lýsing
F.v.: Jóannes Eidesgaard, Heðin Zachariassen, Tórbjørn Jacobsen og Árni Gregersen, sum mynda sendingina "Stjórnin" á FM1. | Mynd: FM1

Tórbjørn Jacobsen: - Vit fáa eitt nýval innan leingi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  05.04.2025 - 15:13 Politikkur Tíðindi

Tað verður ongin semja gjørd um langtíðarhaldførið í føroyska búskapinum undir hesi samgonguni. Í staðin fáa vit helst eitt nýval. Tað sigur Tórbjørn Jacobsen, fyrrverandi løgtingsmaður, fólkatingsmaður og landsstýrismaður, núverandi borgarstjóri og politiskur viðmerkjari á FM1. Hinir báðir viðmerkjararnir í sendingini ”Stjórnin”, Heðin Zachariassen og Jóannes Eidesgaard, høvdu heldur onki rós at bera sitandi samgongu.

Sitandi samgonga manglar ikki uppskot, men hon manglar tvey grundleggjandi ting: Vilja og styrki. Tað segði Jóannes Eidesgaard í sendingini ”Stjórnin” á FM1. Hann væntar ikki, at nakað nevnivert fer at henda áðrenn komandi løgtingsval.

Heðin Zachariassen var samdur og legði afturat, at samgongan hevur ikki leverað vøruna, tey lovaðu. Sitandi samgonguflokkarnir lovaðu allir haldføri áðrenn løgtingsvalið, men hava koyrt við undirskoti líka síðani.

Tórbjørn Jacobsen gav eisini lítið fyri sparingina hjá Ruth Vang upp á 55 milliónir, tí upphæddin er alt ov lítil til at gera mun á eini fíggjarlóg upp á 7,2 milliardir. Talan er um væl minni enn eitt prosent av fíggjarlógini.

– ”Uppskotið til samtyktar um játtanarkarmar [...] hevur man eitt hall upp á eina fjórðings-milliard, og so ætlar man at gera nøkur átøk fyri, og haldið tykkum nú fast, fyri 55 milliónir! [...] Men eg hevði ikki roknað við, at hesi tølini fóru at vera øðrvísi, enn tey eru. Raksturin er øgiliga nógv hækkaður, m.a. tí at man frá landsins síðu hevur intervenerað inn á arbeiðsmarknaðin við lønarlyfti og øðrum. Og tí hevur man fingið ein nógv størri vøkstur á útreiðslusíðuni”, segði Tórbjørn Jacobsen.

Viðmerkjararnir vórðu samdir um, at har fer neyvan at henda nakað sum helst áðrenn eitt val, og Tórbjørn Jacobsen vísti á, at nakrir ”spreingiknøttar” liggja í tinginum. Skal skil fáast á, áðrenn ein kreppa rakar, verður helst neyðugt við 3 stórum flokkum, helt hann.

Tórbjørn kritiseraði eisini bygnaðin við 9 landsstýrisfólkum, sum hann segði ger, at tað er torført hjá løgmanni at stýra, tí har eru ov mong landsstýrisfólk, sum gjarna vilja brúka pengar. Hann skeyt upp, at vit einans hava 3 landsstýrisfólk – íroknað løgmann.  

Hóast tær 55 milliónirnar, sum Ruth Vang í Framsókn, fíggjarmálaráðfrúgv, hevur sett sær fyri at spara, ikki eru nøkur upphædd, ið munar, so væntaði Tórbjørn Jacobsen heldur ikki, at tað fór at eydnast at spara eingong tað. Tvey stórmál liggja fyri í Løgtinginum, ið eru uppskotið um at hækka pensiónsaldurin og Suðuroyartunnilin. Tórbjørn vísir á, at fakfeløgini eru veruliga farin upp á barrikadurnar í málinum um høgan pensiónsaldur, og har verður tí ongin hjálp at heinta hjá andstøðuni í tí málinum. Tað er so eitt, men so legði Tórbjørn afturat, at tað fór at standa nógv á hjá sjálvt tingfólkum í Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum, hvørs uppskot tað annars er, tó at hægri pensiónsaldurin er krav frá Framsókn.

Og so legði Tórbjørn Jacobsen trumfin á: Hvørki málið um Suðuroyartunnil ella hægri pensiónsaldur fara at koma ígjøgnum, og tað fer at enda við nývali.

Bæði uppskotini eru í Løgtinginum nú og falla burtur, um tey ikki eru samtykt, áðrenn Løgtingið fer í summarfrí. Hevur Tórbjørn rætt, kann valið væl hugsast at verða útskrivað á Ólavsøku í ár.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Samrøða við Rakul Ró Steintórsdóttir og…
Samrøða við Hanus Kjølbrø
Samrøða við Terji Rasmussen
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…
Lágu laksaprísir­nir eru ikki bara ringir
Myndarøð: Føroyar-Eysturríki 0-9
Samgongan revsar reiðarí í Klaksvík
Dynamit tekur Vágsbø