Lýsing
Lýsing
Lýsing

Í Føroyum kunnu børn giftast

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  06.04.2025 - 12:00 Mentan Politikkur

Í Føroyum er einki niðara aldursmark fyri, nær persónar kunnu giftast

 

Ímyndi tykkum hesa samrøðuna millum tvær 9 ára gamlar smágentur í Føroyum. Onnur genta spyr hina ”Kemur tú at spæla í dag?” og hin svarar ”Tað hevði eg tímað ordiliga væl, men eg kann ikki. Eg skal giftast í dag”. Hetta ljóðar óhugnaligt. Men hóast tað, so er tað loyvt sambært galdandi hjúnabandslógum í Føroyum. Hetta er ikki í lagi!

Í Føroyum er einki niðara aldursmark fyri, nær persónar kunnu giftast. Hetta merkir, at t.d. kann ein genta, sum er 9 ár, giftast við einum manni, sum er 75 ár, um foreldrini hjá henni og maðurin ynskja tað. Tey skulu bara biðja antin Ríkisumboðið ella Familjufyrisitingina um loyvi til at barnið kann giftast við gamla manninum.

Vit kvinnufeløg kring landið halda, at lógin eigur at broytast. Aldurin fyri nær persónar kunnu giftast eigur at fylgja myndugleikaaldrinum. Tá ung fylla 18 ár, gerast tey myndug, og samstundis fáa tey eina røð av rættindum. Tey fáa valrætt og valbæri, tey kunnu fáa koyrikort, hava loyvi at keypa rúsdrekka, tubbaks- og nikotinvørur o.s.fr. Við at áseta 18 ára aldursmark fyri, nær persónar kunnu giftast, kunnu vit fyribyrgja, at børn verða noydd at giftast við eldri makum.

 

Kvinnufelagið í Havn

Kongshavnar kvinnufelag

Valkyrjurnar

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samrøða við Rakul Ró Steintórsdóttir og…
Samrøða við Hanus Kjølbrø
Samrøða við Terji Rasmussen
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…
Lágu laksaprísir­nir eru ikki bara ringir
Myndarøð: Føroyar-Eysturríki 0-9
Samgongan revsar reiðarí í Klaksvík