Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sexchikana og sexisma – gentur og kvinnur skulu kunna kenna seg tryggar í Føroyum

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  07.04.2025 - 12:28 Mentan Politikkur Tíðindaskriv

Seinastu mánaðirnar hava vit hoyrt um fleiri kvinnur, sum eru fyri sexchikanu og sexismu á arbeiðsplássum og á sosialum miðlum. Tær kvinnur, sum hava staðið fram, eiga stórt rós uppiborið fyri teirra dirvi at siga frá alment. At bróta tøgnina og harvið fáa henda samfelagstrupulleika fram í ljósi er fyrsta stig á leiðini at basa sexchikanu og sexismu í Føroyum.

 

Sexchikana og sexisma skulu ONGANTÍÐ góðtakast! ØLL – eisini gentur og kvinnur – skulu vera trygg í okkara samfelagi. ØLL– eisini gentur og kvinnur – skulu trygt kunna fara á útbúgvingarstovnar, arbeiðspláss, frítíðaríttriv, ítrótt, býarlív, náttarlív o.s.fr. uttan at óttast sexchikanu ella sexismu. Vit, kvinnufeløg í Føroyum, taka staðiliga frástøðu frá sexchikanu og sexismu.

Sexisma er eitt útbreitt fyribrigdi um alt landið og á nógvum arbeiðsplássum. Sexisma stingur djúpt í samfelagnum, og er við til at skapa gróðrarbotnin fyri mismuni og chikanu, herundir eisini seksuellari chikanu. Grundleggjandi, er hetta tekin um manglandi virðing fyri samtykki og byggir eisini á sexistiskar ímyndir um at menn hava “rætt til” kvinnukroppin.

Tað er sera týdningarmikið, at tey, sum uppliva sexchikanu á arbeiðsplássinum og aðrastaðni kunnu boða frá hesum á ein tryggan hátt.  Harnæst er týdningarmikið, at málini hjá teimum, verða viðgjørd á rættan hátt.

Vit mæla til, at landsstýrisfólkini í javnstøðumálum og arbeiðsmarknaðarmálum beinanvegin taka stig til at gera eina kanning, sum lýsir, hvussu umfatandi sexchikana og sexisma eru í Føroyum. Henda vitan er týdningarmikil at hava við í arbeiðinum at gera nakað munadygt við at basa sexismu og sexchikanu og harvið basa teimum trupulleikum, sum standast av hesum í Føroyum.

Tað er eitt framstig, at kynsligur ágangur verður nevndur í uppskotinum til kunngerð um sálarligt umhvørvi. Men hetta er als ikki nokk. Tørvur er á, at tað verður ásett í lóg, at seksuel chikana er ólóglig.

 

Vit mæla til:

  • At tað verður ásett í lóg, at seksuel chikana á arbeiðsplássum er ólóglig.
  • At tað verður ásett í lóg, at arbeiðsgevarar – bæði almennir og privatir – skulu gera reglur um, hvussu mál um sexchikanu á arbeiðsplássinum skulu handfarast.
  • At ein kanning verður gjørd, sum lýsir, hvussu umfatandi sexchikana og sexisma eru í Føroyum

 

 

Kvinnufelagið í Havn, Kongshavnar kvinnufelag og Sørvágs kvinnufelag

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…