Lýsing
Lýsing
Lýsing

40 danskir biografar vísa filmin hjá Sakaris Stórá

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  08.04.2025 - 10:57 Mentan Tíðindi

Nýggi føroyski spælifilmurin hjá Sakaris Stórá, "Seinasta paradís á jørð", hevur sýning í Salt í dag, og verður at síggja í Havnar Bio frá hósdegnum.Tá sleppa føroyingar at uppliva hendan hugtakandi spælifilm.

 

Men danir og útisetar kunnu eisini uppliva føroyska filmin á stóra løriftinum.. Áhugin í Danmark hevur verið ómetaliga stórur, og ikki færri enn 40 biografar hava sett hann á skrá, við premieru á sjálvum arbeiðaradegnum 1. mai.

Jón Hammer, frá Kykmyndum, ið hava framleitt filmin, er tikin á bóli av stóra áhuganum:

- Tað er fantastiskt, at móttøkan hevur verið so góð. At 40 danskir biografar hava sett filmin á skrá, er meira enn, vit høvdu tora at droymt um. Filmurin er øgiliga føroyskur, alt uttan tríggjar senur eru filmaðar í Hvalba, tvær aðrastaðni í Suðuroynni og ein umborð á trolara. Men hetta vísir, at søgan, um stríðið hjá Kára, er universell. Hvussu fótar tú tær í eini tilveru við øllum væntanum og vónum hjá øðrum.

"Seinasta paradís á jørð" lýsir lívið sum verkafólk í eini lítlari bygd, har flakavirkið er einasta arbeiðspláss, men flakavirkið er hótt av at verða stongt.

Filmurin samantvinnar søguna, um lívið sum verkafólk, við persónligu menningarsøguna hjá høvuðspersónunum, tí unga Kára (Sámal H. Hansen) og systrini Silju (Bjørg B. Egholm).  Í filminum roynir Kári, at finna sítt pláss í eini tilveru, har lívisins umstøður, kærleikin, vinir og samfelagsviðurskifti hála í hann.

Føroyskir útisetar í Danmark kunnu uppliva, filmin í hesum biografum

 

Grand Teatret, Keypmannahavn

Gloria, Keypmannahavn

Vester Vov Vov, Keypmannahavn

Empire Bio, Keypmannahavn

Øst for Paradis, Aarhus

Biffen, Aalborg

Cafe-Biografen, Odense

Valby Kino, Valby

Viften, Rødovre

Kino Ro's Torv, Roskilde

Bio Silkeborg, Silkeborg

Kino Kultur, Ringsted

Klovborg Kino, Klovborg

Scala, Svendborg

Megascope, Horsens

Allerød Bio, Allerød

Ringe Bio, Ringe

Skagen Bio, Skagen

Gilleleje Bio, Gilleleje

Reprisen, Holte

Agger Bio, Agger

Slotsbio, Hillerød

Lido Biografen, Vejle

Cinema4, Skive

Kosmorama, Haderslev

Nicolai Bio, Kolding

Kino Hjallerup, Hjallerup

Bio Møn, Stege

Ikast Bio, Ikast

Humlebio, Humlebæk

Atlas Biograferne, Rødovre

Kulturbiografen, Holbæk

Parkteatret, Frederikssund

Helios, Faaborg

Værløse Bio, Værløse

Vordingborg Bio, Vordingborg

Apollon, Struer

Trommen, Hørsholm

Byens Bio, Jelling

Hundested Kino, Hundested

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-HB
Karla Dánjalsson 95 ár
Lok lagt á Hotellið
Góðir dagar í Víkunum við Jógvan Páll La…
KÍ dømt at tapa 3-0
Norð­oyggjar hava brúk fyri Norð­lýsinum
KÍ-HB í toppdysti skírisdag
Keypa Jupiter fyri at fáa fatur á fleiri…
Høgni vinnur alt!
Rani: Favorittar­nir eru farnir avstað
Norðlýsið 110 ár: Øll eru vælkomin í føð…
Fyri okkara skyld eiga vit at styrkja fø…
Sáttmáli um út- og umbygging av skúlanum…
Norðlýsið fyllir 110 ár í morgin
Páska­stevna í Kelduni í Skálafirði
Seyða­hundasambandið hevði aðalfund
Monica vitjar Norðlýsið í dag
Broytingar í innsavning­ini um páskirnar
Skeivt at koyra allan útlendskan ognarsk…
Eindømi í heiminum: spiritus við trøffil…