Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eldravernd eitt kærkomið uppskot

SKRIVAÐ: Landsfelag Pensjónista  |  08.04.2025 - 13:29 Politikkur Tíðindaskriv

Landsfelag Pensjónista kann ikki annað enn taka undir við uppskotinum frá løgtingslimi Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir úr Fólkaflokkinum um at seta í verk eina eldraverju.

 

 

 

Tvey ár eru liðin, síðan vit fingu kunnleika um, at eitt uppskot um eldraverju var uppá tal.

At hava eina eldraverju er neyðugt í dagsins samfelag. Í grannalondum okkara koma mál um harðskap, sálarligan, likamligan, kynsligan, materiellan og talgildan harðskap alt ov ofta fyri, júst so, sum uppskotsstillarin nevnir.

Tað er í tøkum tíma, at vit fara í gongd við at fáa eina tílíka skipan setta í verk í Føroyum.

Spurningurin er bara, hvussu ein skipan við eldraverju skal síggja út fyri at røkka endamálinum optimalt.

 

Ikki kopi

Í Grønlandi kom lógin um ein Eldratalsmann í gildi 1. januar 2020 og samstundis ein lóg um, hvussu hann, sum í hesum førinum er ein hon, Inga Egede, skal arbeiða sambært serligari lóg um eldraverju.

Úr grønlendsku lógini kundu vit fingið góð hugskot um, hvussu ein tílík lóg um eldraverju og setan av Eldratalsmanni/kvinnu kann síggja út, tí ein slík lóg má snikkast til eftir føroyskum viðurskiftum. Lógin skal ikki vera beinleiðis kopi av tí grønlendsku.

Ein eldraverja má vera eitt stað, har pensjónistar og/ella avvarðandi teirra, eisini anonymt, ókeypis kunnu venda sær og fáa ráðgeving í samb. við trupulleikar um persónligan ágang av einum hvørjum slag, og har verða loftað.

 

Telefon-hjálparlinja

Somuleiðis skal stovnurin hava eina telefon-hjálparlinju, eina harðskapsráðgeving, ætlað eldri fólki, ið kenna seg illa viðfarnan. Tíverri hendir ágangur móti eldri fólki ofta av teirra nærmastu, uttan at vit í Førpyum hava nakra kanning at vísa á. Av tí sama finnast heldur einki tøl í sambandi við slíkan ágang.

Eldraverja skal ikki vera eitt øki, sum t.d. Rættarhjálpin ella Almannaverkið skulu taka sær av, tí so veit man, at einki hendir, og fólk koma at renna frá einum stovni til annan. Tað orkar man ikki, um man sum pensjónistur kennir seg fyri ágangi.

Síðani er tað sjálvandi fíggingin, sum má fáast uppá pláss, tí  Eldratalsmaðurin/kvinnan má eisini hava møguleika at hava fólk aftrat sær fyri at røkja áløgdu uppgávurnar.

 

Beate L. Samuelsen, forkv.

Landsfelag Pensjónista

8. apríl 2025

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…