Lýsing
Lýsing
Lýsing
Danskir politikarar, einamest í andstøðuni, eru í øðini inna føroysku fólkatingslimirnar | Mynd: Álvur Haraldsen

Føroysku fólkatingsumboðini elva til øsing

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  09.04.2025 - 10:13 Politikkur Tíðindi

At Sjúrður Skaale í Javnaðarflokkinum, Anna Falkenberg í Sambandsflokkinum og Aaja Chemnitz í Inuit Ataqatigiit leggja seg út í donsk innanhýsisviðurskifti hevur vakt misnøgd í Danmark, serliga í andstøðuni á Fólkatingi. Talan er um, at tey stuðla einum donskum ráðharra, sum tað annars var líkt til hevði fallið við misáliti, í at halda áfram. 

 

 

Hesi trý norðuratlantisku umboðini hava givið til kennar, at tey ynskja, at Lars Aagaard í flokkinum Moderaterne skal halda fram sum danskur veðurlagsráðharri. Danska andstøðan ætlaði at leggja misálitisuppskot á hann fyri at afturhalda upplýsingar um seinkingar í útbyggingini av elnetinum í sambandi við grøna orkuskiftið í Danmark.

Uttan stuðulin úr Føroyum og Grønlandi hevði málið helst kunnað fingið avleiðingar fyri Lars Aagaard.

Siðvenjan hevur higartil annars verið, at føroyingar og grønlendingar ikki leggja seg út í málsøki, sum eru donsk burturav, og málsøkið, talan er um, er ikki eitt felagsmál fyri ríkið, men snýr seg sum nevnt um grøna orkuskiftið í Danmark, sum er danskt burturav – eins og grøna orkuskiftið í Føroyum er føroyskt málsøki burturav.

Hetta brotið við siðvenjuna at fyrihalda seg neutral í donskum innanríkispolitikki hevur fingið Lisbeth Bech Nielsen úr SF og Torsten Gejl úr Alternativet upp úr stólinum. Lisbeth Bech Nielsen kallar tað ”utroligt usædvanligt, at de nordatlantiske mandater nu blander sig” og ”Det er skuffende og mærkeligt, at man melder det ud før et samråd”. Hetta sigur hon við BT (kelda niðast).

Torsten Gejl, sum er framsøgufólk á málsøkinum, sigur, at ”Jeg synes, det er utidig indblanding i dansk indenrigspolitik”. Alex Ahrendtsen úr Dansk Folkeparti leggur serliga eftir grønlendska fólkatingsliminum:

”De grønlandske politikere er fyr og flamme, når vi blander os i deres forhold, hvilket vi jo skal, og så blander de sig selv i danske forhold. Det er godt nok hyklerisk”. Aaja Chemnitz sigur við BT, at hvørki hon ella IA hava fingið nakað aftur fyri stuðulin til Aagaard.

 

Keldur:

https://www.bt.dk/politik/nordatlantisk-indblanding-frustrerer-oppositionen-det-er-utidigt

https://nyheder.tv2.dk/live/politik/2025-04-08-nu-er-minister-i-samraad-om-moegsag

https://www.berlingske.dk/politik/aaja-chemnitz-afviser-at-have-faaet-noget-for-opbakning-til-aagaard   

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…