Lýsing
Lýsing
Lýsing

Starvfólkabygningurin á sjúkrahúsinum umvælast fyri 55 mió

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  10.04.2025 - 14:24 Tíðindi

Eitt samt Løgting samtykti fyri løtu síðani uppskot frá Súsonnu Bertholdsen, landsstýriskvinnu um at umvæla og umbyggja starvsfólkabygningin hjá Klaksvíkar sjúkrahúsi.

 

 

Starvsfólkabygningurin er frá fyrst í 1960-unum og líkur ikki nútíðarkrøv. Eitt nú er hann illa egnaður til fólk, ið eru rørslutarnað. Umframt var soppur longu staðfestur í bygninginum í 2016, sum Norðlýsið áður hevur greitt frá.

Bygningurin hevur fýra hæddir. Kjallararhæddin er karmur um skrivstovu og verkstað til maskin-og KT-deildina. Sjúkraflutningstænastan fer eisini at húsast í bygninginum. Somuleiðis verða hølir til bandagist, ortopedkirurgiskan skómakara og stuðulsfunktiónir innan urologi.

Fyrsta hædd verður umbygd til seks íbúðir til fólk og avvarðandi, sum koma til endurvenjing o.l. og verða karmarnir gjørdir munandi betri. Tað verða seks íbúðir, sum taka atlit til fólk, ið bera brek.

Niðara síðan verður gjørd meiri opin við størri rútum og úthurðum móti urtagarðinum.

Onnur og triðja hædd verða innrættaðar við kømrum og íbúðum. Onnur hædd verður brúkt til starvsfólk, ið hava vakt frá vaktkamari, og triðja hædd verður brúkt til læknar o.o.

Umvælingin er mett at kosta 55 mió. kr. Fíggjarnevndin í løgtinginum vísir á, at nevndin hevur fingið upplýst, at tað loysir seg ikki at byggja nýtt. Ætlanin hevur verið í útboði og tí verður mett, at tey geva eina góða ábending um kostnaðin av einum arbeiði sum hesum.

Nú gomlu læknahúsini eru umvæld, ber til at flyta fyrisitingina úr starvsfólkabygninginum í gomlu læknahúsini. Tað liggur tí væl fyri at umbyggja og høvuðsumvæla starvsfólkabygningin.

Arbeiðið verður mett at verða liðugt um tvey ár.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…