Lýsing
Lýsing
Lýsing

Stásiliga aulu til Tekniska skúla í Klaksvík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  10.04.2025 - 23:01 Tíðindi

Tekniski skúli fær nú eitt eitt savningarstað, har næmingar, lærarar, starvsfólk og onnur kunnu savnast til samkomur, fyrilestrar, prógvhandanir og onnur tiltøk, sum eru vanlig í einum skúla

 

Í dag samtykti løgtingið einmælt eitt uppskot frá Djóna N. Joensen, landsstýrismanni um at byggja aulu og at umbyggja kantinuna á Tekniska skúla, so hon verður ein dagførdur partur av felags virksemi skúlans. Byggikostnaðurin kann í mesta lagi verða slakar 30 mió. kr.

Nýggja aulan verður umleið 480 kvm til støddar, sum verða bygd uppí skúlan. Til størri samkomur kann aulan rúma umleið 400 sitandi gestum.

Játtanin er veitt sum rentu- og avdráttarfrítt stuðulslán til sjálvsognarstovnin Tekniska skúla í Klaksvík.

 

Tekniski Skúli verður verandi sjálvsognarstovnur

Tað hevur annars verið graml um, at sjálvsognarstovnurin skuldi avtakast. Sum Norðlýsið hevur skrivað, so mælti Fíggjarmálaráðið frá at veita skúlanum stuðulslán, men í staðin at gera tað til verklagslóg – ið innibar, at Tekniski Skúli í Klaksvík broyttist til at gerast til ein almennan stovn. Men at síggja til hava forkvinnan í fíggjarnevndini, Eyðgunn Samuelsen og teir báðir fíggjarnevndarlimirnir Beinir Johannesen og Steffan Klein Poulsen, ikki latið við seg koma og verður skúlin verandi sjálvsognarstovnur. Fyribils í øllum førum.

Stýrið fyri skúlan sær stórar møguleikar viðvíkjandi virksemi skúlans við hesi bygging, eitt nú verður møguligt at hýsa handverkara FM, tá ið byggingin er liðug. Stýrið hevur ta fatan, at tað er gott fyri handverksútbúgvingarnar, at skúlin hevur eitt so fjølbroytt útboð av útbúgvingum – umframt yrkisútbúgvingar eisini gymnasiala tøknibreyt og serbreyt.

Landsverk hevur upplýst, at arbeiðið kann byrja um miðjan mai og er ætlanin at verkætlanin verður liðug í endanum av 2026.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nývaldu kirkju­ráð­ini virkin
Christopher á Tórsfest 2026
Vikuskráin frá Norðoya Kunningar­stovu
Latið pensjónistar­nar hava frið         …
Undirhúsið fekk klokku
Ávegis, men í skeiva ætt
Veðrið um vikuskiftið
Einar´s Single Malt Whisky - Tóra Sigmun…
Lockheed Martin veitir loftávaringarrada…
Myndarøð: Jólahald hjá KBI
Nú er jólatíð
Mimmy: - Lítla Brekka var eitt paradís
Hetta er politisk vandalisma!
Brúdleyp - Kristina og Osvald
Hjálparvenja­rin hjá KÍ heldur fram
Jólakafé á Skúlatrøð
Jóla­konsert við Silvitni í Mikladals kir…
Jólatræ í Emmaus
Gadus siglir heim
Móttøka og jólahald hjá KBI í dag