Lýsing
Lýsing
Lýsing

ÍF vann á føroyameistaranum Mjølni í steypakappingini

SKRIVAÐ: Flogbóltssamband Føroya  |  11.04.2025 - 06:21 Ítrottur Tíðindi

Nýklaktu føroyameistararnir úr Klaksvík taptu í gjárkvøldið fyri ÍF í fimmsettara í Bónus steypakappingini, men eru kortini vísir í at koma í hálvfinaluna. Við tapinum verður tó torførari hjá Mjølni at vinna bólkin, og tí sleppa at spæla ímóti nr. 4 í hálvfinaluni.

 

Bónus-kappingin, menn:
ÍF – Mjølnir 3-2 (17-25, 25-18, 25-21, 23-25, 16-14)

Eftir at Mjølnir lættliga hevði vunnið fyrsta sett 25-17, reistist ÍF og legði fyri sum eitt óløgi í øðrum setti og legði seg á odda 7-0. Munurin gjørdist ongantíð minni enn trý, og til endans vann ÍF 25-18.
Í triðja setti vóru ongantíð meira enn 2 á muni, fyrr enn ÍF fór frá 21-20 upp á 24-20, og so vann ÍF settið 25-21.
Liðini skiftust síðan um at vera frammanfyri Í fjórða setti, men sjáldan við meira enn einum og tveimum stigum, og soleiðis gjørdist støðan 23-23, tá ið Mjølnir vann tveir bóltar á rað og settið 25-23.

ÍF sá út til at hava fingið fatur í langa endanum, tá teir fóru framum 9-4 í javnbrótaranum, men við seks stigum á rað var Mjølnir brádliga frammanfyri 10-9. ÍF endurvann tó leiðsluna og vann settið 16-14 við triðja dystarbóltinum.
Enn er ikki avgjørt, hvør vinnur bólkin, men SÍ hevur bestu kortini á hondum, tó at Mjølnir kann taka fyrstaplássið við sigri á SÍ.  ÍF kann eisini vinna bólkin, men tá eru vit mest í teoriini. Vinnur SÍ á Mjølni, so vinnur SÍ bólkin, um teir eisini vinna á Ternuni. Tað merkir so eisini, at ÍF verður nr. 2, um liðið fær trý stig í sínum síðsta dysti, sum er ímóti Ternuni.

Plaseringarnar merkja kortini ikki tað heilt stóra, tí undir øllum umstøðum verða SÍ og Mjølnir favorittar at vinna sínar hálvfinalur, tá tað veruliga geldur, annaðhvørt tær eru ímóti ÍF ella Fleyr.

Hinvegin prógvar úrslitið í Fuglafirði í gjár, at á einum góðum degi kann ÍF hótta Mjølnir og SÍ, og tað kann Fleyr eisini, sóu vit í landskappingini, har bæði ÍF og Fleyr høvdu fimmsettarar ímóti SÍ og Mjølni, sum tó vórðu taptir.
Í kvøld kl. 19 spæla Ternan og Fleyr, og vinnur Fleyr tann dystin, so er mest sannlíkt at Fleyr kemur í hálvfinaluna sum fýrari.

Støðan í bólkaspælinum hjá monnum í Bónus-kappingini:

 

Øll liðini spæla ímóti hvørjum øðrum eina ferð, og fýra tey fremstu halda fram í hálvfinalunum, sum verða á Giljanesi leygardagin 19. apríl. Nr. 1 spælir ímóti nr. 4, og nr. 2 spælir ímóti nr. 3.

Finalurnar verða í ítróttarhøllini Inni í Dal í Sandoynni leygardagin 26. apríl.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Samrøða við Rakul Ró Steintórsdóttir og…
Samrøða við Hanus Kjølbrø
Samrøða við Terji Rasmussen
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…
Lágu laksaprísir­nir eru ikki bara ringir
Myndarøð: Føroyar-Eysturríki 0-9
Samgongan revsar reiðarí í Klaksvík
Dynamit tekur Vágsbø