
Framsýning á Viðareiði á páskum
Allar páskadagarnar verður ein framsýning um fuglafleyg at síggja á Hotel Norð á Viðareiði. – Hetta er eitt framhald av framsýningini í fjør, sigur Levi Heinesen, sum hevur tikið stig til og sett framsýningina upp.
Á páskum í fjør var eisini ein framsýning á Viðareiði um fuglaveiðimentan, sum Levi Heinesen hevði valt at kallað ‟Undir oynni”, og nú tað stundar til páskir, hevur hann ein einaferð gjørt seg kláran við eini nýggjari framsýning, sum við lutum, myndum og teksti sigur frá.
– Hetta er ein páskaframsýning til føroyingin, og lýsir hon á ymsan hátt fuglafleyg. Hóast hetta upp á ein máta er sama framsýning sum í fjør, er einki kortini tað sama. Tað einasta, ið gongur aftur, er sjálvt evnið á framsýningini, sigur Levi, ið hóast sín 23 ára aldur hevur ein brennandi áhuga fyri tí, sum hoyrir fortíðini og søguni til.
– Í fjør snúði framsýningin seg mest um menninar, ið søktu fuglabjørgini, men hesa ferð verður eisini víst, hvat kvinnurnar tókust við. Millum annað royttu tær fuglin fyri ein triðing og gjørdu ymiskt fyri at gagnnýta alt tilfeingið, ið var.
Fingið góðan stuðul
Framsýningin er á hotellinum á Hotel Norð allar páskadagarnar, og alt er meira professionelt sett upp og sýnt fram, so talan er um eina uppaftur betri framsýning. Ikki minst letur hetta seg gera við góðum stuðli frá Lions Club Eysturoy/Klaksvík, Viðareiðis kommuna, Norðoya Sparikassa og Christian í Grótinum.
– Eg havi hjálp til alt tað grafiska frá beiggja mínum, Jens Karstin Heinesen, og Jóhan Sofus Kruse Glyvradal, sum hevur gingið til handa. Eisini havi eg fingið góða hjálp frá FabLab á Kambsdali, ið sera lagaliga hevur gjørt øll tey stóru prentini, sum síggjast á framsýningini, sigur Levi Heinesen.
– Harumframt havi eg lánt lutir og fingið hjálp frá Norðoya Fornminnasavni, so fólk kunnu síggja, hvussu alt sá út, sum okkara forfedrar brúktu, tá ið teir søktu bjørgini og skuldu fáa fongin til høldar og hagreiddan.
Allar páskadagarnar
Framsýningin í fjør tók støði í bókini ‟Slóðirnar og minnið” eftir viðingin Danial Lydersen, men hesa ferð er íblástur funnin í tveimum øðrum bókum, sum eru ‟Fuglefangsten på Færøerne” eftir Arne Nørrevang og ‟Lundafleyg – ein fleygadagur í Nólsoy” eftir Jens-Kjeld Jensen.
– Tað ber til at siga, at framsýningin hevur flutt seg eitt sindur, samanborið við hana í fjør, tí hesaferð snýr tað seg meira um menniskju heldur enn staðarnøvn og staðbundið tilfar, ið mest var av tá. Tí haldi eg eisini, at henda framsýningin rakar breiðari og kann fortelja øllum nakað, sigur Levi Heinesen.
Framsýningin á Hotel Norð á Viðareiði er opin allar páskadagarnar, frá skírisdegi 17. apríl til annan páskadag 21. apríl. Opið er hvønn dag millum klokkan 16 og 20, og eisini fæst ein drekkamunnur og okkurt gott frá Hannu Mørkøre Heinesen afturvið til keyps.