Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hetta var ikki gamalt…

SKRIVAÐ: Sjúrður Skaale  |  12.04.2025 - 08:28 Lesarabrøv Mentan Politikkur

Antizionisman er blind fyri, at Ísrael er til fyri sítt fólk, meðan fólkið í Gaza er til fyri Hamas

 

 

Alt, sum er gamalt, er ikki gott.

Men nakað sum bæði er gott og gamalt er, at vit í Føroyum geva hvørjum øðrum frið. At vit virða hvønn annan. At vit kunnu verða ósamd uttan at spilla hvønn annan út. At vit kunnu tosa saman.

Eg eri ikki við í vinafelagnum Føroyar-Ísrael. Men eg fór ein túr í Finsen at hoyra hvat tvær ísraelskar kvinnur høvdu at siga týskvøldið.

(Var eisini ein av heilt fáum fólkatingslimum, sum í februar fór til eitt tiltak við teirri kendu og ekstremt Ísrael-kritisku Francesca P. Albanese. Ein kendur tíðindamaður skrivaði í hesum sambandi, at ”hvis man vil tages seriøst som Israel-Palæstina debattør, mødes man ikke med dette menneske.” Men eg fór kortini. Tað er altíð gott at hoyra ymisk sjónarmið).

Uttanfyri Finsen stóðu mótmælisfólk. Á myndini, eg tók og sum er viðheft, telji eg 19 – men nógv stóðu eisini frammanfyri teir báðar stóru bannararnar. Kortini var ikki talan um nakra stóra fjøld. Men heilt nógv stuðla. Og tey umboða nakað, vit skulu halda eyga við.

Meðan fólk gekk inn, róptu hesi fólk ikki bara kend, antizionistisk rakstrarróp sum ”From The River To The Sea”. Tað bleiv eisini rópt eftir heilt vanligum áhoyrarum. Hesi vóru fyri tað mesta eldri fólk – summi heilt gomul. Eg kendi ikki øll – men eg tori at siga við vissu, at eingin teirra var sekur í teimum óhoyrdu ákærum, sum regnaðu omanyvir tey.

Fólk blivu sjálvandi kløkk, men tey tóku skolurnar stillisliga.

Føroyingar eru ikki so uppfarandi. Ikki so lættir at taka av fótum. Tað er ein dygd.

”Hetta var ikki gamalt”, segði onkur. ”Hetta er so ikki føroyskt”, helt onkur annar fyri.

Rætt er tað. Tað var hvørki gamalt ella føroyskt.

 

Samsekur í fólkadrápi

Eingin mótmælari kom inn at lurta eftir, hvat kvinnurnar søgdu. Men nøkur bíðaðu uttanfyri í tveir tímar til tiltakið var liðugt, so tey kundu rópa meira eftir fólki.

Tá eg kom út brustu tey út í eitt taktfast róp: ”Sjúrður Skaale you can’t hide, you’re supporting genocide”. Og ”You’re complicit in genocide”.

(”Sjúrður Skaale tú kanst ikki fjala teg – tú stuðlar fólkadrápi” og ”Tú ert samsekur í fólkadrápi”.)

Hóast mann er vanur við at fáa óhumsku frá sonevndum ”pro-Palestina”-fólkum gjøgnum sosialar miðlar, so kendist hetta faktiskt nokkso óbehagiligt.

Men eg hugsaði – ókey, soleiðis er bólkadynamikkur. Tey eru ung, tey hava kanska drukkið, og tey lata seg draga við av tí hatska huglagnum í bólkinum. Tað er ódámligt – men lad gå. Tá tey eru burtur frá bólkinum og alkoholið rennur av, rennur vitið inn aftur.

Men í gjár vísti ein mær, at tað bleiv filmað og er deilt á facebook-bólkinum hjá ”Samhugi við Palestina”.

Tey standa altso við tað. Tey halda tað vera í lagi at ákæra navngivin fólk fyri ikki bara at taka undir við, men vera samsek í fólkadrápi. Tey eru stolt av tí, tey róptu, og vilja breiða tað longur út gjøgnum facebook. (Videobrotið er kopierað av teirra síðu).

Tað er IKKI tí tað snýr seg um meg – men hetta er altso eitt sindur órógvandi. Tað byrjar at minna um atferðina hjá slíkum bólkum í øðrum londum.

At stolna ísraelska flaggið varð latið aftur á Tinghúsvøllinum, sveipað um Rasmus Effersøe, við forhánisligu áskriftini ”Takk fyri lán” og ”FUCK ÍSRAEL”, sýnir eisini ein ófrættakendan hugburð.

Tað, nógv av hesum fólkum standa fyri, er ikki bara ómentaður atburður, men púra opin og nakin og radikal antizionisma.

Tað var ikki gamalt í Føroyum...

 

Antizionisma er ikki samhugi

Eg flyti regluliga pengar til World Food Programme, sum hjálpir fólki í Gaza.

Av teimum leiðarum, eg havi kritiserað í almenna orðaskiftinum farnu tíðina, stendur tann í Russlandi ovast. Men á øðrum plássi stendur tann í Ísrael.

Men hetta er ikki nokk fyri fleiri av hesum fólkum.

Antin ert tú die-hard antizionistur – ella ert tú teirra fíggindi. Og so halda tey seg vera øgiliga røsk vissi tey svína teg til. (Hvussu hetta hjálpir børnum í Gaza er ilt at síggja...).

At ung fólk eru áhugað, engagerað, indignerað og ill um tað, sum hendir í Gaza, er fyri neyðini. Eg vóni sanniliga, at øll hava ”samhuga við Palestina”. Tann, sum ikki hevur tað, er ikki fólk.

Men tað er syndarligt, at tað hevur eydnast ávísum kreftum at nýta henda sunna samhuga sum brenni undir eini logandi, hatskari antizionismu í øllum Vesturheiminum. Eisini í Føroyum.

Tá tann blinda antizionisman ger Ísrael til sjálva orsøkina til stríðið, blívur orðaskiftið ikki bara polariserað. Tað blívur púra vitleyst. Og blint.

Blint fyri, at ST altso hevur góðkent tann ísraelska statin. Blint fyri, at palestinar langt síðani kundu havt skipað sín egna stat. Blint fyri, hví Gaza ikki er undir Egyptalandi í dag. Blint fyri, hví Egyptaland stongdi portrið til Gaza. Blint fyri, hví múrur og hegn eru rundan um Gaza. Blint fyri, at Hamas í áravís hevur fyrireikað hetta stríðið. Og byrjað tað. Blint fyri, at Hamas kundi givið upp og soleiðis steðgað krígnum her og nú. Blint fyri, at Hamas heldur brúkar tey tvey kortini, teir hava á hondini, kyniskt og til fulnar:

Eitt: Í tunlunum nakrar livandi og deyðar gíslar, sum Ísrael er sansaleysa desperat eftir at fáa leysar.

Tvey: Omaná tunlunum sítt egna fólk, hvørs ræðuligu líðingar kunnu varpast út á Instagram, so propagandastríðið verður vunnið.

I báðum førum byggir strategiin á totala vanvirðing fyri mannalívum. Og hon ber bara til, tí grundarlagið er ein religiøs fanatisma, har eitt totalt tap hesumegin deyðan kann føra til æviga sælu hinumegin deyðan. Ráddu nazistar í Gaza, høvdu teir langt síðani havt lagt vápnini, latið gíslarnar leysar og givið upp. Eins og bæði teir og japanarar gjørdu í 1945. Men tað ger Hamas ikki. Tí fyri teir er stríðið religiøskt / kosmiskt.

Antizionisman er blind fyri, at Ísrael er til fyri sítt fólk, meðan fólkið í Gaza er til fyri Hamas og teirra ideologi.

Hon er blind fyri, at tann gazabúgvi, sum sigur ”út við Hamas” fyri at fáa ísraelsku álopini at steðga, kann verða skotin. Tað hendi fyri fáum vikum síðani. Tí hóast Hamas er sera nógv viknað, er tað enn eitt brutalt militerdiktatur.

Tað er Ísrael ikki.

Eingin skal kortini bera í bøtuflaka fyri, at tað eisini í Ísrael livir ein ódámlig ideologi. At Ísrael ger stór mistøk, fer alt ov langt – og fremur grov brotsverk. Tað eru tað nógv dømi um. At tú ert tann álopni parturin, gevur tær ongan rætt til tað!  

 

Men Iran, Sýria, Yemen, Hezbollah, ISIS, Hamas og onnur halda tað vera eitt brotsverk í sær sjálvum, at jødarnir hava sín egna stat. Í teirra eygum er sjálv zionisman trupulleikin. 

Tað er hon ikki.

Hevði mann kunnað samst um tað, hevði mann kanska kunnað tosað saman.

Soleiðis, sum gamalt var.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í vikuni
Open Doors veitir minnilutum hjálp í M…
Jógvan Páll Lassen vitjar Hugna
Løgreglan: Vestmanna­vegu­rin stongur
Konfirmantar játtaðu sín dóp
Frítt læknaval og heilsuøkið
Hvør verður føroyameistari?
Myndarøð: KÍ - Víkingur 2-0
KÍ vann tryggan sigur
KÍ kvinnur­nar taptu 1-2 ímóti NSÍ
Parasport Føroyar og Hotel Hafnia /­ Hote…
Avtalaður samleiki í øðrvísi herseting?
Í dag verður toppdystur í bestu kvinnude…
Hetta var ikki gamalt…
Upptakt: KÍ-Víkingur
83 milliónir til limakrónur og stuðul
DJ Ötzi á Summar Festival
Nýtt Whisky
Í morgin byrjar FM fyri einstakl­ingar 20…
KÍ: Super Saturday skal fagnast