Lýsing
Lýsing
Lýsing

Open Doors veitir minnilutum hjálp í Myanmar

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  13.04.2025 - 19:45 Tíðindaskriv

Myanmar hevur verið rakt av skelkandi jarðskjálvtum, og støðan er hættislig. Meira enn 3.500 fólk hava latið lív, og umleið 4.700 eru løstað. Familjur eru uttan tak yvir høvdið, børn grátandi í ruinum, og fólk liggja framvegis undir húsaleivdum. Hetta kemur afturat einum borgarakríggi, sum hevur lagt landið í oyði

 

 

Sleppa framat har onnur ikki sleppa

Beinanvegin eftir vanlukkuna sendu fleiri lond og altjóða felagsskapir hjálpargóðs til raktu økini. Men hjálpararbeiðið hevur verið avbjóðandi – tíðindi eru frammi um, at løgregla og herur í Myanmar hava tikið hjálparveitingar, sum vóru ætlaðar offrunum í harðast rakta Sagaing-økinum.

Í hesum trongu umstøðum hevur Open Doors tó megnað at arbeitt skjótt til tess at náa fram til tey avbyrgdu. Open Doors hevur staðbundnar samstarvsfelagar til staðar í Myanmar, tí hava partar av økinum fingið skjóta hjálp frá Open Doors. Longu fáar dagar eftir jarðskjálvtan eydnaðist okkum at veita hjálp – tó er støðan ræðulig.

 

Samstarvsnetverk og drúgvar royndir tryggja hjálpina

Eitt er at vera til reiðar á staðnum her og nú – eitt annað er at hava neyðuga førleikan at fremja hjálparverkætlanina. Open Doors er ein altjóða, kristin hjálparfelagsskapur, sum hevur drúgvar royndir í Myanmar og øðrum truplum økjum. Felagsskapurin hevur bygt upp eitt fjølbroytt netverk av staðbundnum kristnum leiðarum og sjálvboðum starvsfólki. Hesi virka ofta undir avbjóðandi umstøðum og mugu til tíðir arbeiða í loyndum vegna vandan fyri atsóknum.

Ein týðandi styrki er, at nógv av hesum hjálparfólkunum hoyra sjálvi til somu minnilutabólkar, sum verða forfylgdir. Teir eru sostatt ikki fremmandir fyri viðurskiftunum, men hava kunnleika til umstøðurnar, kenna tørvin og kunnu skapa álitisbond við lokala fólkið. Hetta ger, at hjálpin verður veitt á ein virðiligan og skynsaman hátt – frá grannum til grannnar – heldur enn sum ein fjar hjálparútdeiling.

 

Hjálpa eisini øðrum minnilutabólkum

Open Doors hevur til endamáls at stuðla forfylgdum kristnum og kirkjum kring heimin. Men tað merkir ikki, at hjálpin bert er avmarkað til hesi – tvørtur ímóti! Í Myanmar fevnir arbeiðið eisini um at náa aðrar útsettar bólkar, ið eru fastir í kreppuni. Ein av staðbundnu leiðarunum hjá Open Doors heitir á okkum um at tosa fyri øllum “fólkunum nú, bæði kristnum og ikki- kritnum, tí øll eru í eini vónleysari støðu og hugsa bert um at yvirliva.”

 

Hjálpin frá Open Doors nær fram

Meðan onnur neyðhjálp verður steðgað og tikin við valdi, hevur Open Doors eitt serligt netverk og trúfastar samstarvsfelagar, sum tryggja, at hjálpin røkkur teimum neyðstøddu. Vit hava serligan atgongd til tey avbyrgdu økini í Myanmar og eru longu í gongd við neyðhjálpina:

  • Matur, drekkivatn og aðra hjálp til familjur í neyð
  • Sól-lampur til tey, sum hava mist hús síni
  • Endurbygging av heimum
  • Lækna- og heilsuhjálp, serliga til viðbreknar familjur og barnakonur

Pengarnir, sum tú letur, fara beinleiðis til at hjálpa teimum neyðstøddu – uttan um hernaðarliga eftirlitið, sum annars hevur steðgað øðrum hjálparfeløgum.

 

Vit mugu taka ábyrgd!

Vit, sum búgva í Føroyum, kunnu ikki venda ryggin til. Tað er okkara skylda at hjálpa teimum veikastu, tá tey hava størsta tørvin. Vit skulu ikki vera tey, sum bara lata okkum um at hjálp

Lat tykkara stuðul vera sjónligan og tryggið tykkum, at hjálpin røkkur fram! Open Doors veitir hjálp við ábyrgd, gjøgnumskygni og kærleika
Stuðlið í dag og gerið mun í Myanmar!
Stuðla á 6460-6058169. Viðmerk “MM”

Lýsing
Seinastu tíðindini
Løgmaður helt røðu fyri U21-hetjunum
Metstórar skatta­rætt­ingar í 2024
Føroyskir triatletar luttikið í kappingu…
Søgan um Merle Haggard (5:9)
Vinn atgongumerki til Summar­festivalin
Bústaðarmarknaðu­rin kókar og føroyingu…
Julian vitjar Norðlýsið
Integratións­lógin sett í gildi
Hvat við at spara innan kleyvarskap?
Sethúsaprísirnir halda áfram at hækka
Lions og list á ólavsøku
Føroyskir audiologopedar hava stovnað áh…
Ein dýrabar løta við mentan, mati og sam…
Kostnaðu­rin av at reka vinnu má takast í…
Nýggja stuðuls­skipanin til gransking, me…
Parasport Føroyar og Atlantic Airways lo…
Signar syngur við
Málningar á Laksatorginum
Laksatorgið 2025 – Ein uppliving fyri al…
Sokallaða tjóðarsemjan