Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
KÍ leikarar fegnast um sigur á 4-0 móti HB á vøllinum | Mynd: Oliver Joensen

Yvirkærunevndin: KÍ er víðari í steypakappingini

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.04.2025 - 17:02 Ítrottur Tíðindi

HB kærdi avgerðina hjá Aga- og etiskunevndini til Yvirkærunevndina. Nú er niðurstøða komin frá Yvirkærunevdnini, og staðfestir nevndin, at Yvirkærunevndin ikki hevur málsræðið, og tískil heldur ikki málsføri ella heimildargrundarlag at viðgera hesa kæru, vísandi til grein 10 í Aga- og etiskureglugerðini.

 

Hetta merkir sostatt, at staðfest er, at KÍ vann dystin móti HB í Gundadali, og er víðari í steypakappingini. Næsti dystur í steypakappingini er móti B36.


Víðari sigur Yvirkærunevndin:

Aga- og etiskanevndin avgerð, at KÍ brúkti ikki ólógligan leikara í dystinum 7. apríl móti HB. Avleiðingin av tí er, at Aga- og etiskanevndin avgerð, at KÍ brúkti ólógligan leikara 5. apríl móti Víkingi, og sektar tað við, at KÍ skal tapa dystin, ið annars endaði 3- 1 til Víking, 3 - 0.  Avgerðin hjá Aga- og etiskunevndini hevur ikki við sær, at HB verður rakt av nøkrum av sektunum í § 10 í Aga- og etiskureglugerðini, ið kunnu kærast til Yvirkærunevndina.

Niðurstøðan er tí greið, at Yvirkærunevndin ikki hevur málsræðið, at viðgera hesa kæru. Víst verður til grein 10 í Aga- og etiskureglugerðini niðanfyri:

Grein 10

Hesar avgerðir hjá Aga- og etiskunevndini kunnu kærast til Yvirkærunevndina innan 5 dagar aftaná móttøku av úrskurðinum:

Fyri feløg:

a) bót størri enn kr. 10.000;

b) at missa heimavøll i meira enn 1 dyst;

c) bann fyri at flyta leikarar;

d) at dystir skulu leikast uttan áskoðarar;

e) at dystir skulu leikast á uttanveltaðum vølli;

f) um felag verður dømt at tapa dyst;

g) frátøka ella tillutan av stigum og málum;

h) at felag verður frátikið heiðursmerki;

i) at felag missur meistaraheiti;

j) um lið verður dømt at flyta í lægri deild; og

k) um felag verður koyrt úr kapping.

Yvirkærunevndin hjá Fótbóltssamband Føroya, hin 18. apríl 2025

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið á Norð­oyastevnu
Heilivágs­ráðið farið til verka
Kular Røtur: Eg vil ikki í skúla
- Vit spyrja hinar spurningar­nar!
Blaðið er komið
Einans tríggjar sýningar aftrat av Norðo…
Norð­oyastevnuróðu­rin 90 ár
Gallarí Á Stongunum
Norð­oyastevnu­konsertin hjá Klaksvíkar Ho…
Norð­oyastevnu­framsýning
Ferðslan á norð­oyastevnu
Norð­oyastevnuskráin fríggja­dagin
Býarkoyring fríggja­dagin 29. mai
Skýlisklettur 2.500 pund
- At verða mentanar­hús í miðbýnum, tað f…
- Fólk vilja gjarna fara í føroysk klæði…
Føroyar ein Maritimur Tænastudepil
Eingin Veðurstova Føroya uttan Alix
Avtala um íbúðarbygging undirskrivað
EINARS 10 ára whisky walk
Lýsing