Lýsing
Lýsing
Lýsing
Dávid B. Andreasen skoraði sigursmálið móti Víkingi í 2024. | Mynd: Oliver Joensen

Dávid B. Andreasen hevur verið avgerandi fleiri dystir

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  22.04.2025 - 19:54 Ítrottur Tíðindi

Hóast hann hevur sera fáar minuttir, so hevur Dávid B. Andreasen havt ein lyklaleiklut í fleiri toppdystum.

20 ára gamli Dávid B. Andreasen bleiv bjargingarmaðurin hjá KÍ, tá klaksvíkingur í 93. minutti javnaði móti B36 í gjár.

Og hetta er ikki ókent. Tí móti HB í kappingini um løgmanssteypið fyrr í ár átti Dávid uppleggið til sigursmálið, tá KÍ avgjørdi í yvirtíðini. Og í fjør var tað innskifti Dávid, sum skoraði sigursmálið, tá Víkingur, sum seinni vann meistaraheitið, tapti fyrsta dystin í kappingarárinum.

Spælitíðin hjá Dávid hevur ikki verið nógv. Í minuttum sambært FaroeSoccer:


Enn hevur Dávid ongan dyst byrjað inni á besta liðnum, hóast hann hevur verið í dystarhópinum til 56 dystir. Hann hevur spælt tilsamans 340 minuttir á besta liðnum í lands- og steypakapping.

Taka vit 1.deild við, so hevur Dávid spælt væl meir har. Men hann hevur framvegis spælt nógv færri minuttir enn ein leikari, sum spælir allar minuttirnar. Siga vit at tað eru 27 dystir í einum kappingarári, so gevur tað 2430 minuttir eitt ár. Har hevur Dávid havt tvær deildir at fingið minst hesar minuttir umframt steypadystir, so hevur Dávid spælt so nógv síðani hann í 2022 bleiv ov gamal til U17-deildina:

2025: 254 minuttir (seks dystir geva 540 minuttir)

2024: 1673

2023: 1462

2022: 1364

Tilsamans: 4753 minuttir (27 heilir dystir geva 9720 minuttir, so hetta svarar til, at hann hevur mist áleið helvtina av dystarminuttunum hesi fýra árini) Her skal tó havast í huga, at skaðar eisini hava ávirka leiktíðina í 1.deild okkurt av árunum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyar til EM í talvi
KÍ hevur bara einaferð skorað fleiri mál
Føroyar varðveita somu kredittmeting
Grønlendsk listaframsýning
Seks KÍ-leikarar á A-lands­lið­num hesafer…
Føroya fyrsta Brekumboð sett
Kveikja hugin til íverksetan
Føroyar hava eina minniluta­stjórn
Skrivstovulærl­ingur á Sjónámi
Falkon fer at byggibúgva setahúsagrundøk…
Alexandra á Dul til forstjóra í Sjúkrahú…
Mjølnir vendi hóttandi tapi til 3-2 sigu…
Norski sangfuglu­rin Christel Alsos kemur…
Eldrahugni í Betesda byrjar aftur
Heiðurs­konsert fyri Alex Sólstein
KÍ slapp við skrekkinum
Dávid B. Andreasen er givin í KÍ
Diskriminer­andi uppskot um fráfaringaral…
Upptakt: B68-KÍ
Sangkórið luttekur í Betesda sunnukvøldi…