Lýsing
Lýsing
Lýsing

Møguleiki at svimja av Strondum til Toftir leygarmorgunin 3. mai

SKRIVAÐ: nes.fo  |  27.04.2025 - 12:23 Mentan Tíðindi

Leygarmorgunin 3. mai, tá ið Bátafestivalurin er á Toftum, fer Bárður Hansen at skipa fyri einum tiltaki, har svomið verður frá bátahylinum á Strondum yvir í Sámalsstøð við Rætt á Toftum.

 

Nú er møguleiki at royna okkurt heilt nýtt, sigur Bárður Hansen.

Leygarmorgunin 3. mai, tá ið Bátafestivalurin er á Toftum, fer Bárður at skipa fyri einum tiltaki, har svomið verður frá bátahylinum á Strondum yvir í Sámalsstøð við Rætt á Toftum.

Teinurin er áleið 1300 metrar. Ætlanin er at møta á Strondum kl. 09.30, hálvan tíma áðrenn byrjað verður kl. 10.  Bárður sigur, at tveir bátar fara at fylgja við svimjarunum. Um onkur knappliga gerst troyttur ella verður ov kaldur, so er møguleiki at fara umborð á bátin.

Fyrireikarin sigur, at klæði og lutir hjá svimjarunum kunnu eisini leggjast í  bátarnar soleiðis, at tá komið verður í Sámalsstøð við Rætt, kunnu luttakararnir beinanvegin fara inn í bygningin hjá KBH at skifta klæðir.

Vátdrakt, handskar, skógvar og hettu mugu svimjararnir sjálvir syrgja fyri.

Bárður Hansen leggur dent á, at talan er ikki um eina kappsvimjing, men um ein hugnaligan svimjitúr, har øll fylgjast.

10 pláss eru til hetta tiltakið. Áhugaði kunnu tekna seg við at ringja ella sms-sa til Bárð Hansen á tlf. 738000 og upplýsa navn, bústað og tlf.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…