
Flaggdagshald í Vágstúni
Við skótum og Klaksvíkar Hornorkestri á odda varð gingið í skrúðgungu úr Klaksvíksgarðinum og heim í Vágstún.
Tó nakað kalt, men annars gott veður, møtti hópin av fólki upp í Vágstúni at lýða á røðuna hjá Lasse Klein
Niðanfyri verður røðan hjá Lasse Klein - Søgan og týdningurin av flaggdegnum - endurgivin:
Góðu tit øll!
Eg minnist væl, tá eg sum smádrongur í 1956 – fyri 69 árum síðani – stóð her í Vágstúni í skrúðgongu sum úlvungi hjá KFUM skótunum. 11 ár frammanundan hevði Merkið fingið sína alheims góðkenning. Eg hoyrdi longu tá hornblástur frá siðbundnu manningini í hornorkestrinum, sum blástu fagrar tónar út yvir mannfjøldina her í Vágstúni, og hoyrdi mergjaðar røður um Merkið – tað krossmerkið, sum hevur so ómetaliga stóran týdning fyri Føroyska samfelagið.
Vit fegnast um, at vit enn í dag, at ikki bert einstaklingar, men allir Føroyingar hátíðarhalda viðurkenningina av, at 80 ár eru liðin síðani Føroyska flaggið: Merkið, fekk viðurkenning.
Eins og fyrireikarar bjóða okkum vælkomnum til flaggdagshaldið í dag, bjóðar várið okkum - vælkomnum at hátíðarhalda hendan søguliga dagin saman við sær - og øllum Føroyingum.
Tjóðsangurin: “Tú alfagra land mítt”, og Merkið, eru tey eyðkendastu heitini, ið vit hava sum tjóð, “Har í merkini veittra, veittrar eisini mítt”. – Hetta er okkara. - Hetta er ogn Føroya fólks.
Krossurin í flagginum minnir okkum á, at samfelagið er bygd á kristna grund, – á kærleika, samanhald, og ábygd. Latið okkum tí altíð minnast, at tað er í kærleikanum og álitinum til okkara medmenniskju, at vit finna styrki. Krossurin í flagginum kallar okkum - at standa saman í góðum og ringum tíðum, - og í vónini um betri tíðir.
Tað var ikki av tilvild, at júst hesin dagurin varð valdur. Tí seint á kvøldið tann 25. apríl fyri 80 árum síðani gav bretska stjórnin boð um, at føroysk skip skuldu sigla undir egnum flaggi: Merkinum. Hesi slóðbrótandi boðini settu punktum fyri tað langa og drúgva stríðið um okkara flagg – og gjørdu Merkið til okkara samkenslumerki og okkara sjónliga samleika í nærum øllum dagsins spurningum, at vit eru Føroyingar – at vit eru ein serstøk tjóð.
Merkið er ikki bara eitt flagg. Tað er eitt tekin um tjóðina og alt tað, ið bindur okkum saman sum fólk. Tað minnir okkum á mentanina, tað minnir okkum á søguna, tað minnir okkum á felagsskapin, og ikki minst minnir hetta okkum á stríðið at byggja land, eina tjóð og eitt fólk, sum við stoltleika hava sett búgv í Føroyum. Tað sameinir okkum, og tað fylgir okkum – bæði heima og uttanlands, á vinnuøkingum, í politikki og ikki minst á ítróttarøkunum. Tá Merkið verður hevjað í húnar hátt, kenna vit okkum sameint – sum føroyingar. Hetta er ein kensla, sum eingin kann taka frá okkum, tá t.d. - “Tú alfagra land mítt” - ljómar í stórum høllum og á vøllum her heima, og víða um í heiminum.
Tí er flaggdagurin ein minnisdagur. Ein dagur, har vit við virðing minnast øll tey, sum undan okkum fóru, og har vit við virðing minnast øll tey, sum hava strítt fyri, at vit í dag kunnu kenna okkum sum eitt sjálvstøðugt land og tjóð, sum føroyingar, við egnum flaggi. Tí skulu vit ikki gloyma, at onki rennur upp úr ongum – men verður veruleiki, tí hugsjónarfólk taka seg saman og stríðast fyri søkini.
Tey, sum slóðaðu fyri, skulu vit minnast og virða – og lata okkum kveikja av teirra arbeiði. Tí enn í dag eru tað mál og virðir, sum krevja dirvi og haldføri – og sum krevja, at vit stríðast áhaldandi fyri okkara fólk, fyri okkara landi og fyri okkara Merki.
Frælsi og fólkaræði – Ein heimur í broyting
Men tað eru ikki bara vit føroyingar, sum hava tørv á frælsi. Øll menniskju, um allan heim, hava eitt djúpt ynski um frælsi – politiskt, persónligt og andaligt frælsi. Hetta eru menniskjaligir eginleikar, sum ikki lata seg køva – hóast harðskapur og kúðing av øllum alvi royna at forkoma møguleikanum fyri frælsi.
Vit síggja tað í nýggjari tíð: Í Ukraina, í Taiwan, í Panama og Grønlandi – ja, enntá í demokratiskum londum sum Kanada. Tørvurin á frælsi er fastgrógvin í menniskjum um allan heim – og tørvur er á at standa saman móti makt-girnd og valdsharrum, sum enn í dag royna at taka ræðið yvir øðrum fólkum og øðrum tjóðum, og tí kann eg ivaleyst eisini – við góðari samvitsku - vegna - alla ta Føroysku tjóðina, bera hendan boðskapin til Russiska forsetan, Putin - fram á torg her á pallinum í Vágstúni í dag: Steðga krígnum í Ukraina!
Hesin boðskapurin kann tykjast vónleysur. Heimspolitiska gongdin tykist mangan ógreið og ótrygg. Men vit hava loyvi – ja, vit hava rætt – til at vóna, og hesa vónina, kann eingin taka frá okkum.
Tú kanst tveita ein stein upp í loft – og hann dettur niður aftur, tí tyngdar-megin krevur sítt. Men tú kanst eisini lyfta ein livandi fugl – og tá tú sleppir honum leysum, so flýgur hann, frælsur, við veingjum sínum út í frælsan heim.
Tað er hetta, sum frælsi er. At sleppa leysur úr ótta – og at flúgva. Frælsi er sum fuglurin, ið ikki letur seg halda aftur, men fer sína egnu leið út í frælsið.
Samhaldsfesti – Føroyar fyri øllum føroyingum
Í dag, tá heimurin broytist við rúkandi ferð, og ótryggleikin eisini ger vart við seg í okkara parti av heiminum, hevur tað ongantíð verið størri tørvur á samanhaldi, kærleika, tolsemi og hjálpsemi enn júst nú.
Merkið – tað veittrar fyri okkum øllum kring alt Føroya land í dag. Tað ger ikki mun á høgum og lágum, tað gerð ikki mun á ríkum og minni ríkum, á bygd ella í bý. Vit eru øll føroyingar undir sama flaggi – og tað er tað, sum gevur okkum styrki – vit eru øll flaggberarar – eyðkenda føroyska Merkið, flagg okkara, bera allir Føroyingar við stoltleika á okkara herðum.
Hans Andrias Djurhuus yrkti longu í 1920 “Sjá, tú blámar”, og leggur í yrkingini, eins og vit í dag, sera stóran dent á kærleikan til Merkið:
“Har ið merkini veittra, veittri eisini mítt,
tað ber kvøðu frá landi mínum fagurt og frítt”.
Vit síggja tað eisini í okkara samtíð: Frælsi, fólkaræði, javnrættindi, sjálvbjargnar hugsjónir og kærleikin til okkara land hava sett sín dám á samfelagið. Men hetta má ikki gerast ein koddi ella sjálvfylgja. Vit eiga at varða um tað. Og vit eiga at minnast, at Føroyar eru til fyri allar føroyingar – ikki bert fyri einstakar, ikki bert fyri áhugabólkar, ikki bert fyri lokal økir - ella útvaldar vinnufyritøkur.
Vit mugu - og vit skulu taka atlit til heildina. Tað krevur at vit ikki bert lata okkum draga av egnum vinningi – men virka fyri eini felags framtíð. Søgan um Merkið boðar okkum frá, at tað er í samanhaldi og samstarvi, at vit byggja eina tjóð, og eitt land við haldførum virðum. Tað er lívsins læra – og tað er eisini lívsins ábyrgd hjá okkum øllum.
Tøkk og ynski
Eisini grønu KFUM & K dreingja- og gentuskótarnir hava valt at hátíðarhalda, at tað eru 80 og 65 ár síðani tey vóru settir á stovn her í Klaksvík. Vit ynskja teimum hjartaliga tillukku við døgunum.
Tað er tí hóskandi, at enda hesa røðu við einum ørindi úr kenda Skóta-sanginum, “Føroyskir skótar eru vit”, sum Maurentius Sofus Viðstein so meistaraliga týddi úr donskum til føroyskt, 2. ørindi hóskar sera væl til tíðina vit liva í, og ljóðar soleiðis:
Til reiðar! Hoyr tann ódnarstorm,
ið yvir heimin ríður!
Spenn bogan væl og hvess tín ørv,
nú eru broytingartíðir.
Vit knýta okkara brøðraband
í vinalag og gaman,
so sjóða vit okkum saman
- Ein garður um Føroya land.
Við hesum orðum fari eg at ynskja okkum øllum, ein góðan flagdag, eitt gott vár - og eitt gott summar.
Takk fyri at tit lýddu á!
Lasse Klein