Lýsing
Lýsing
Lýsing

Framúr framsýning í Varpinum

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  26.04.2025 - 11:35 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í sambandi við at Skótalið Magnus Heinasonar – KFUM skótrnir kunnu hátíðarhalda sín 80 ára føðingardag 30. mai í ár, høvdu tey valt at gera eina framsýning í Varpinum frá skótaarbeiðnum í farnum tíðum.

Eftir flaggdagsrøðuna í Vágstúni vórðu øll boðin í Varpið til ein drekkamunn ella okkurt svalandi, har eisini flottar køkur vóru afturvið – Hetta sum partur av 80 ára føðingardeginum hjá skótunum.

Tað tyktist einu løtuna, sum at Varrpið var ov lítið, so nógv fólk kom á gátt. Men av tí at veðrið var av tí besta, stóðu hópin av fólki uttanfyri við einum kaffikoppi og børnini við einum sunkist-pakk.

Tá ið so dyrnar vóru latnar upp inn til stóru høllina, rúmaðust øll væl inni.

Her vóru talur og sangir fyri at hátíðarhalda 80 ára dagin. Birna Joensen bjóðaði vælkomin, Monica Ziska helt røðu vegna Grønu Skótarnar, Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevnd býráðsins helt røðu vegna býráðið og handaði ein kekk sum gávu.

Eisini varð sungið nógv og enntá skuldi fjøldin upp at standa at gera rørslur av ymiskum slag til sangirnar.

Men krúnan á verkinum var ein sera flott og sigangi – afturlítandi framsýning, sum varð sett upp í kjallaranum í Varpinum, lat upp eftir haldið í høllini.

Hon var hegnisliga, listarliga og væl forteljandi sett upp – ella sett saman, har tú fekk nógv at vita á ein góðan og lættan hátt.

Sjálvardi var tað aftur hesaferð Jóhann Holm Simonsen, listamaður, sum hevði sniðgivið og sett framsýningina upp.

Tú mást gera tær tann ómak at síggja framsýningina, sum er opin í dag 26. apríl kl. 11 – 18, 27. apríl kl. 15 – 20 og 28. apríl kl. 16 – 20.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir kvinnur eru steypavinnarar
KÍ vann stórsigur í Vági
List í barnahædd
Loppu­marknaður í KÍ høllini
Framúr framsýning í Varpinum
Sangløta í Betesda leygarkvøldið kl 20
Upptakt: FC Suðuroy-KÍ
Framsýningin hjá Kvøldskúla­num og Handar…
Flaggdagshald í Vágstúni
Video: Ein partur av Kvøldskúla­framsýnin…
Fípan Fagra flotað
Føðingardagshald í Skálkur Klaksvík
Nýggjur stjóri settur fyri GroAqua sam…
Dávið Ryan dómari í EM kapping í flogból…
Ummæli: 'Bakka' ein heimildarfilmur um B…
Flaggdagshald í Vágstúni
Virkin saman og hugbundin
At vera skóti gevur lærdóm fyri alt lívi…
KRF: Opið neyst í dag kl. 17
Ribarhús í Fuglafirði