Lýsing
Lýsing
Lýsing

List í barnahædd

SKRIVAÐ: Norðlýsið  |  26.04.2025 - 16:05 Mentan Tíðindi

Við syngjandi operettubørnum og kulum tónlistaspírum letur sunnudagin klokkan 15.30 ein forvitnislig framsýning upp í Gallarí á Stongunum, har nælandi list verður innrammað og sleppur at hanga á barnahædd næstu dagarnar.  

Tað verður sagt, at børn hava skapanarevni og eru listafólk til tey eru um 10 ára aldur. Tíbetur eiga vit nógv børn og ung, sum halda fram at tekna, mála, syngja og framføra alt lívið.

Barnkunst`museum í Oslo er víðakent. Og nú várið aftur sprettur verpur ein lítil fagurlittur fuglur eitt íkomið egg við livandi føroyskari barnalist her í Klaksvík.    

Til ta fyrstu serstøku og søguligu framsýningina fara Rakul Ró Steintórsdóttir og Eydna J. Steinberg at prýða veggirnar við barnavinarligum tekningum. Rakul hevur myndprýtt egnar bøkur við heitunum Sólja og Súla á Sólferð og Rógvi og Náttarravnur, og tekningarnar hjá Eydnu av dreinginum Tvøra og gentuni Tvassu eru eisini heimskendar í Føroyum. Á framsýningini verða sjálvandi kreativar verkstovur, har børn sleppa frítt at tekna og vísa síni skapanarevnir. Bestu teknaðu søgurnar og barnalistaverkini verða hongd upp og sýnd fram á eini serligari mentanarløtu, sum verður mikudagin frá klokkan 17, har børn eisini fara at syngja og framføra operettu leiklist. 

List í barnahædd, sum eisini er partur av skránni Virkið Vár, bjóðar øllum børnum og vaksnum ókeypis at vitja Gallarí á Stongunum sunnudagin 27. apríl klokkan 15.30 og mikudagin 30. apríl klokkan 17.00.

Serligar sýningar við kreativum verkstovum verða fyri børn í 1., 2. og 3. flokki mánadagin, týsdagin og mikudagin frá klokkan 10. – 12.00.
 
Framsýningin er opin fyri børnum undir skúlaaldur týsdagin frá 13.00 til 15.00 og fyri størri børnum mikudagin frá klokkan 13.00 – 15.00.

Hetta er fyrstu ferð at hugskotið Barnalist verður roynt her hjá okkum. Tí kunnu broyingar verða gjørdar í skránni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Felags­konsert í Fríðriks­kirkjuni sunnuda…
Mjølnir: Móttøka í Badminton­høllini
Mjølnir steypavinnari eftir fimmsettara…
KÍ vann stórsigur í Vági
Mjølnir kvinnur eru steypavinnarar
List í barnahædd
Loppu­marknaður í KÍ høllini
Framúr framsýning í Varpinum
Sangløta í Betesda leygarkvøldið kl 20
Upptakt: FC Suðuroy-KÍ
Framsýningin hjá Kvøldskúla­num og Handar…
Flaggdagshald í Vágstúni
Video: Ein partur av Kvøldskúla­framsýnin…
Fípan Fagra flotað
Føðingardagshald í Skálkur Klaksvík
Nýggjur stjóri settur fyri GroAqua sam…
Dávið Ryan dómari í EM kapping í flogból…
Ummæli: 'Bakka' ein heimildarfilmur um B…
Flaggdagshald í Vágstúni
Virkin saman og hugbundin