Lýsing
Lýsing
Lýsing

List í barnahædd

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  27.04.2025 - 14:19 Mentan Myndarøð Tíðindi

Gallarí á Stongunum er karmur um syngjandi operettubørnum og kulum tónlistaspírum. Tað letur í dag, sunnudagin klokkan 15.30 ein forvitnislig framsýning upp í Gallarí á Stongunum, har nælandi list verður innrammað og sleppur at hanga á barnahædd næstu dagarnar.

Á framsýningina fara Rakul Ró Steintórsdóttir og Eydna J. Steinberg at prýða veggirnar við barnavinarligum tekningum. Rakul hevur myndprýtt egnar bøkur við heitunum Sólja og Súla á Sólferð og Rógvi og Náttarravnur, og tekningarnar hjá Eydnu av dreinginum Tvøra og gentuni Tvassu eru eisini heimskendar í Føroyum.

Tað verður sagt, at børn hava skapanarevni og eru listafólk til tey eru um 10 ára aldur. Tíbetur eiga vit nógv børn og ung, sum halda fram at tekna, mála, syngja og framføra alt lívið.

Á framsýningini verða eisini kreativar verkstovur, har børn sleppa at tekna og vísa síni skapanarevni. Bestu teknaðu søgurnar og barnalistaverkini verða hongd upp og sýnd fram á eini serligari mentanarløtu, sum verður mikudagin frá klokkan 17, har børn eisini fara at syngja og framføra operettu leiklist.

List í barnahædd, sum eisini er partur av skránni Virkið Vár, bjóðar øllum børnum og vaksnum ókeypis at vitja Gallarí á Stongunum sunnudagin 27. apríl klokkan 15.30 og mikudagin 30. apríl klokkan 17.00.

Serligar sýningar við kreativum verkstovum verða fyri børn í 1., 2. og 3. flokki mánadagin, týsdagin og mikudagin frá klokkan 10. – 12.00.

Framsýningin er opin fyri børnum undir skúlaaldur týsdagin frá 13.00 til 15.00 og fyri størri børnum mikudagin frá klokkan 13.00 – 15.00.

Hetta er fyrstu ferð at hugskotið Barnalist verður roynt her hjá okkum. Tí kunnu broyingar verða gjørdar í skránni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…