Lýsing
Lýsing
Lýsing
Erling Eidesgaard er dømdur út í kuldan, Sólvit Nolsøe er á veg út, Hanna Jensen sleppur helst ikki at stilla upp aftur, og Liljan Weihe er marginaliserað í løgtingsnevndunum. Tað kostar at tala Roma ímóti, men seinasta orðið er ikki sagt, nú samgongustórmálini koma fyri

”Takk fyri síðst”-politikkur

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  28.04.2025 - 06:49 Leiðarin Politikkur

Samgonguflokkarnir hava í løtuni fleiri risastór mál liggjandi í Løgtinginum. Málini um at hækka pensiónsaldurin og Suðuroyartunnilin eru tey størstu. Samstundis eru innanhýsisuppgerðir farnar fram í Framsókn og Tjóðveldi, sum í ytstu konsekvens kunnu hava við sær, at bæði stórmálini falla. Time’ingin er løgin og reisir spurningin um, hvørt samgonguleiðararnir fremja uppgerðirnar tilvitað fyri at fáa uppskotini feld.

 

 

Framsókn segði ”Takk fyri seinast!” við Sólvit Emilsson Nolsøe, tá ið tey herfyri gjørdu tað til eitt kardinalpunkt fyri flokkin at vera fyri at liberalisera fosturtøkulógina. Sólvit fór av tí sama frá sum tingbólkaformaður og stillar ikki upp aftur. Tað setir hann púra frían restina av hesum valskeiðnum – ikki bara kann hann fella fosturtøkulógarbroytingina hjá Bjarna Kárasyni Petersen enn eina ferð, men hann kann sjálvur siga ”Takk fyri seinast” við ikki at atkvøða fyri at hækka pensiónsaldurin, sum forkvinnan Ruth Vang annars er fremsti forsprákarin fyri. Um hann ger tað, gerst hann eisini ein hetja í fakfelagseygum og hevur tryggjað sær eitt gott politiskt eftirmæli.

Tjóðveldi hevur eisini kvitterað fyri ólýdnið í Ingilín Strøm-málinum við at fáa Erling Eidesgaard úr Løgtinginum og marginaliseraði herfyri Liljuna Weihe við at taka sessirnar í Uttanlandsnevndini og Útnorðurráðnum frá henni. Liljan Weihe hevði onga viðmerking til júst tað, men sama kvøld setti hon spurnartekin við uppskotið hjá Eiriki í Jákupsstovu um tíðartreytaða pensjón, og segði seg tá ikki vita, um hon fór at atkvøða fyri.

Suðuroyartunnilin er eisini komin í eina keðiliga støðu. Tá í samgongan í 2022 segði seg vilja fara undir hann, stóð samstundis í samgonguskjalinum, at samgongan skuldi gera føroyska búskapin haldføran. Tað hevur samgongan ikki gjørt, og tí er spurningurin um fígging av Suðuroyartunlinum í besta føri vorðin ivasamur. Og tað gevur tingfólkum orsakir – ella umberingar, um ein vil – til at atkvøða ímóti. Ikki minst de facto-leysgangarum.

Ein annar ókendur í líkningini er Hanna Jensen, sum fekk sama ”Takk fyri seinast!” sum Sólvit Nolsøe. Hanna Jensen skýggjar fjølmiðlar og hevur ikki sum Sólvit úttalað seg, og tí er ikki óhugsandi, at hon ger eins og í málinum um fría fosturtøku og dylur sína støðutakan og atkvøðu í stórmálunum líka til atkvøðugreiðslurnar í Løgtinginum. Rúm er neyvan fyri henni heldur í Framsókn til næsta val, og tí kann hon atkvøða frítt – avleiðingarnar hava longu rakt hana.  

Liljan Weihe skrivaði so seint sum sunnukvøldið á sín Facebook-profil, at hon ynskir eitt slag av time-out fyri Suðuroyartunnilin, har farið verður undir at kanna CO2-útlát, kanna jarðfrøði o.s.fr., umframt at hon setir spurningin, um vit hava ráð til hann. Og nú Javnaðarflokkurin hevur sett arvasilvurið – fólkapensjónina – í pant við sølu fyri eyga, treytað av einum Suðuroyartunli, síggja bæði málini út til at ridla álvarsliga. Ikki minst kemur Sirið Stenberg í eina penibla støðu við hesum.

Velur nakar av hesum ókendu faktorunum í samgongulíkningini ikki at ganga í takt, kunnu vit til dømis síggja, at framsóknartinglimir fella Suðuroyartunnilin og javnaðartinglimir siga ”Takk fyri síðst” og fella hækkaða pensiónsaldurin – ella øvugt, sjálvandi. Tí hægri pensiónsaldurin fer at kosta Javnaðarflokkinum dýrt til valið, eins og Framsókn ikki eins væl kann fara til val uppá haldføri (sum pensiónsaldurin bara loysir helvtina av, sigst) eftir at hava samtykt ein tunnil til 4-5 milliardir.

Tað førir til spurningin um, hví Tjóðveldi kemur við nýggja nevndarbýtinum, og Framsókn við fríari fosturtøku sum kardinalpunkti, júst meðan stórmálini eru fyri í tinginum. Framsókn hevur havt knapt eitt heilt ár til tað, og Tjóðveldi eitt knapt hálvt ár. Teir kundu gjørt tað nógv fyrr, ella eisini bíðað til seinni, men hava báðir valt at gera tað mitt undir viðgerðini av stórmálum.

Tað slepst ikki undan at hugsa, at møguliga vilja samgongutopparnir hava málini at falla á Løgtingi.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fyrilestur útsettur ein tíma
Norðlýsið á gøtuni
Almennir stovnar í Havn royna at steðga…
”Takk fyri síðst”-politikkur
Myndir frá kvøldskúla­framsýningini
Ævintýrið um Suðuroyar­tunnilin
Stuðuls­renning fyri Músabróður
Veðrið í vikuni
Betta vitjar Hugna
List í barnahædd
Møguleiki at svimja av Strondum til Toft…
Hans Andrias vann Sement 2025
Tann 12. maj fyllir Arthur Guðjonsson 80…
Rachel og Petur Hansen takka fyri hesafe…
Olavs Menn vitja í Klaksvík 18. mai
Rigga til framsýningina
Felags­konsert í Fríðriks­kirkjuni sunnuda…
Mjølnir: Móttøka í Badminton­høllini
Mjølnir steypavinnari eftir fimmsettara…
KÍ vann stórsigur í Vági