Lýsing
Lýsing
Lýsing

Góður ársfjórðingur hjá Føroya Banka

SKRIVAÐ: Føroya Banki  |  30.04.2025 - 07:29 Tíðindi Vinna

Fyrsti ársfjórðingur í 2025 royndist væl hjá Føroya Banka-samtakinum, sum í dag kunnger roknskapin fyri ársins fyrstu tríggjar mánaðir. Avlopið gjørdist 61 mió. kr.

 

“Virksemið hjá samtakinum royndist væl í fyrsta ársfjórðingi, og tað sæst m.a. aftur í hækkandi innlánum, útlánum, realkredittlánum og einum góðum tryggingarúrsliti hjá dótturfelagnum Trygd. Bæði privatkundar og vinnukundar megna at halda sínar lánsskyldur, og vit hava bert staðfest fá fíggjarlig tap higartil í ár. Lækkandi rentustøðið gagnar kundum, ið hava lán í bankanum, og samstundis ber til at fáa eina lutfalsliga góða rentu fyri pengar, ið standa á samansparingarkontu. Útlitini fyri restina av árinum eru sum heild góð, men tað skerst ikki burtur, at økta geopolitiska óvissan og vandin fyri herdum handilskríggi kunnu fáa ávirkan á okkara kundar og okkum sum fíggjarstovn,” sigur Turið F. Arge, forstjóri í Føroya Banka.

 

Leiðslan í bankanum væntar, at nettoúrslitið fyri 2025 verður millum 210 og 240 mió. kr, ið er nakað lægri enn í 2024.

 

Spara saman við góðari rentu

Hóast rentan er lækkað í fleiri umførum seinasta árið, so hvørt sum inflatiónin er minkað, ber framvegis til hjá kundunum at fáa eina lutfalsliga góða rentu fyri pengar, ið standa á samansparingarkontu ella hárentukontu í Føroya Banka. Hetta sæst aftur í innlánunum, ið eru hækkað við 3 prosentum samanborið við 4. ársfjórðing í 2024 og við 15 prosentum samanborið við 1. ársfjórðing í 2024.

 

Tað er eisini vorðið munandi lættari at byrja at spara saman, síðani bankin í desember lat upp fyri møguleikanum hjá kundum at stovna egnar samansparingarkontur í netbankanum. Kundarnir hava tikið væl ímóti hesum møguleika, tí nógvar hundrað kontur eru longu stovnaðar á henda hátt. Tað ber til at velja millum ymisk sløg av samansparingarkontum til ymisk endamál.

 

Fyrsti kjattbottur av sínum slagi í Føroyum

Føroya Banki leggur seg støðugt eftir at menna sínar talgildu pallar fyri at gera tað lættari hjá kundum at fáa yvirlit yvir síni fíggjarviðurskifti. Í hesum sambandi fingu kundar í bankanum í apríl ein kjattbott í netbankan og á heimasíðuna, ið bæði skilir og skrivar føroyskt. Talan er um fyrsta kjattbottin av sínum slagi, sum er mentur av starvsfólkum í bankanum og við góðari hjálp frá máltøknideplum í Føroyum og Íslandi. Endamálið við hesum amboði er at gera tað lættari hjá kundum at fáa skjót svar og vitan um alskyns fíggjarviðurskifti – eisini uttan fyri vanliga upplatingartíð. Tølini hjá bankanum vísa, at nýggi kjattbotturin verður nógv brúktur av kundum hvønn dag.

 

Roknskapurin í stuttum

 

  • Úrslitið fyri skatt gjørdist 75 mió. kr.
  • Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar gjørdist 56 mió. kr.
  • Útlánini vóru 9,3 mia. kr.
  • Realkredittlánini vóru 2,9 mia. kr.
  • Innlánini vóru 10,3 mia. kr.
     
Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…