Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sjáldsamur springari

SKRIVAÐ: hav.fo  |  30.04.2025 - 11:02 Tíðindi

Leygardagin 26. apríl skolaði ein rípuspringari (Stenella coeruleoalba) upp á Leynasand. Hann tyktist nýliga deyður. Hetta springaraslagið er ein sjáldsamur gestur, og er bert skrásett 4 ferðir áður í Føroyum.

 

Talan var um ein kallhval, ið var 2,19 m langur og vigaði 89 kg. Hann hevði ikki nakran sjónligan skaða, hvørki inn- ella útvortis, men var nakað rak. Magin var tómur, og hann var ikki mettur at vera kynsbúgvin.

Rípuspringari kann gerast 58 ára gamal. Fullvaksin vigar hann um 150-160 kg, har kvennhvalur verður upp í 240 cm og kallhvalur upp í 260 cm langur. Rípuspringari er at finna víða um í Atlantshavinum, tó vanliga sunnan fyri føroyskt sjóøki, uttan fyri hellingina, einamest har sjóvarhitin er millum 16 og 24 stig. Hann finnur sær føði bæði uppi í sjónum og niður á 700 m dýpi. Føðin er smáur fiskur, høgguslokkur og eisini krabbadjór.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…