Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nema og Elding hava gjørt eitt samstarv

SKRIVAÐ: Lýsingargrein  |  30.04.2025 - 11:15 Tíðindi Vinna

Nema og Elding hava gjørt eitt spennandi samstarv, ið gevur nýggjum kundum møguleika at fáa avsláttur í øllum Elding handlum við at stovna sær eitt hald frá Nema.

 

 

Føroyski telemarknaðurin tekur nú eitt stórt fet fram. Nema og Elding boða frá einum týdningarmiklum samstarvi, og frá mikudegnum 30. apríl verður møguligt at stovna telefon- og internethald frá Nema í øllum Elding handlum. Við at stovna eitt nýtt hald frá Nema, fært tú avsláttur av øllum vørum í Elding.

 

Fyrstu ferð í Føroyum

Hetta slagið av vinnuligum samstarvi millum telefyritøkur og handilsketur, hevur í mong ár verið vanligt í okkara grannalondum. Hóast tað, er hetta nýtt á føroyska marknaðinum. Tú kanst stovna tær eitt hald og fáa avslátturin í somu endavending. Alt verður gjørt á staðnum, og tú fært avslátturin av tíni vøru beinanvegin, tá tú stovnar tær eitt hald frá Nema.

 

Avslátturin

Fyri at fáa avslátturin, skalt tú stovna tær eitt nýtt hald frá Nema og avslátturin er treytaður av, hvat hald og hvussu nógv hald, tú stovnar.

Einstaklingahald - Fá 500 kr. í avsláttri fyri hvønn familjulim, ið stovnar eitt einstaklingahald. Einstaklingahaldini gera tað møguligt hjá øllum familjum at skræddarseyma eina loysn til teirra tørv. Til dømis kann tannáringurin fáa sær eitt “Frítt data” hald, meðan foreldur kunnu velja 5GB, 15GB, 30GB ella 60GB í teirra haldi.

Familjuhald - Stovna eitt familjuhald ,við upp til seks limum, og fá 1200 kr. í avsláttri í Elding. Hetta er serliga hóskandi til familjur, har allir limir ynskja sama datapakka. Familjuhaldini eru treytað av, at allir limir búgva í sama húsarhaldi.

Frítt Farnet – Stovna eitt Frítt Farnet hald og fá 1200 kr. í avsláttri í Elding. Farnet krevur hvørki káplar, montør ella linjugjald, og kann setast upp beinanvegin. Tað einasta, ið krevst er ein stikkkontakt.

Fyri at fáa avsláttur, skal haldið stovnast í einum Elding handli. Tað er tó ein treyt, at kundar binda seg til sítt hald í seks mánaðir, og tilboðið er einans galdandi fyri nýstovnað hald.

Les meir um samstarvið, møguleikarnar og sí viðskiftiatreytirnar á nema.fo/elding.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…