Lýsing
Lýsing
Lýsing

Gunnva leitar heim til Klaksvíkar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.05.2025 - 10:57 Mentan Tíðindi

Evnaríka songkvinnan, sum er uppvaksin í Danmark, men hevur foreldur úr Klaksvík, spælir á Summar Festivalinum

 

Songkvinnan Gunnva verður við á Summar Festivalinum í august. Hetta verður fyrstu ferð, at hon fer at spæla konsert í Føroyum.

Gunnva Jóhannisardóttir Kjærgaard hevur føroysk foreldur, men hon er uppvaksin í Frederikshavn í Danmark. Foreldrini eru Jóhannis og Katrin Lydersen úr Klaksvík. Tí kunnu vit siga, at Gunnva nú leitar heim til heimstaðin hjá foreldrunum at hava konsert.

Gunnva hevur í nógv ár verið virkin í bólkum og sum solistur við navninum Gunnva, og hon hevur skrivað sangir bæði til sín sjálvs og onnur.

Gunnva hevur útbúgving av tónleikakonservatorium, og hon starvast í gerandisdegnum við tónleiki – sum undirvísari og tónleikari. Gunnva arbeiðir nú við fyrstu soloútgávuni, sum væntandi kemur út í heyst. Hon er annars aktuell á fleiri útgávum í samstarvi við onnur.

Gunnva hevur eisini gjørt onkrar endurinnspælingar av kendum sangum, og eitt nú hevur innspælingin av sanginum "I Love Your Smile" yvir seks milliónir spælingar á Spotify. Hon syngur eisini onkrar væl umtóktar sangir hjá bólkinum Boilers.  

Tónleikurin hjá Gunnva ferðast millum folk og popp, og hon skrivar erliga um gerandisdagin, trúgv, iva og miss. Hon bjóðar við heitari rødd og inniligum tekstum áhoyrararnum at koma heilt nær at sær sjálvari og sínum tankum.

Á Summar Festivalinum fer Gunnva at framføra nýggjar og eldri sangir. Onkur av sangunum verður frumspældur á festivalinum. Hetta verður konsert við erligheit, nærveru og sjarmu.

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 7. til 9. august.

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…