
Neystið viðspælari í miðbýnum
At eiga eitt so flott kappróðaraneyst mitt í miðbýnum, dygst við sjógvin, er ein fongur.
“At det største koret er bedst, beviste det lille koret fra Færøyene, 17 Sangarar – ikke altid er tilfældet”!
Soleiðis skrivaði tað tá størsta tíðindablaðið í Trøndheimi, Adresseposten í 1997 um 17 Sangarar, sum høvdu verið við til eina konsert við 30 kendum, stórum og góðum kórum í Trøndheimi. Blaðið metti, at 17 Sangarar kláraðu seg best, tó at talan ikki beinleiðis var um eina kórkapping.
Nakað soleiðis kennist tað eisini við kappróðrarneystinum – Flott, lítið, men dugur til síni ting og liggur á adressu EITT í býnum, hvat neystum viðvíkir!
So flottum listprýði – ein bátur frá Niclasi í Koltri, sum Edward Fuglu hevur gjørt um til eitt listaverk, skal tú leita leingi eftir í nøkrum øðrum neysti ella felagshúsi. Um tú vil, kanst tú taka allar lutirnar niður aftur og laða bátin uppaftur av nýggjum.
Neystið hevur eisini staðið til at skulla vinna ein altjóða heiður, sum eitt arkitektoniskt meistaraverk.
Eisini røkir neystið sera væl felagslívið hjá einum virknum kappróðrarfelag við hópin av dugnaligum ítróttarfólki, sum taka sína uppgávu í álvara.
Ikki minst kann goyma hópin av vognum og bátum – eins og at smærri og størri viðlíkahaldsarbeiði á bátarnar kunnu gerast inni her.
Sama við kroppsvenjungum og inniróðri – tað finnast neyvan betir umstøður.
Túnið
Í hesum døgum verður løgd síðsta hond á eitt størt fríðkingararbeiði uttanfyri. Har verða betonflísar lagdir, og her verður gróðursett eisini.
Men tað rættiliga snilda og nútíðarhugsaða er, at hvørt træið hevur ein stóran blómukassa undir sær við tætt settum súlum, sum tola ferðslu omaná sær, heilt inn at trænum.
Blómukassin verður so fyltur upp við samd og mold og øllum tí góða, sum ger, at træið trívist og ernast. Samstundis sleppa røturnar ikki at vaksa, sum teimum lystir – út um allar geilar, og á henda hátt kunnu skaða leiðingar undir jørð, sum meir enn so kemur fyri í tøttum grannaløgum.
Jú, neystið er sera væl fyri og væl umhugsað, har tað stendur millum hinar kanska eitt sindur meira hábærsligu og hárestu bygningarnar.
Men hvør veit? Kanska fer ein amerikumaður, sum býr á flotta hotellinum í grannalagnum einaferð at banka uppá og vilja sleppa at royna rógvumaskinurnar í neysinnum, heldur enn tær á hotellinum?
Hyggja vit smá tvey ár fram í tíð, er ikki langt frá, at vit kunnu samanbera okkum við Manhattan – serliga við fólkatalinum í huga!
Gott summar!