Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kim og Føroya Symfoniorkestur í Norðurlandahúsinum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.05.2025 - 07:55 Mentan Tíðindi

Í februar 2026 verður stórsligin standikonsert í Norðurlandahúsinum. Við flygli, fremst á pallinum, situr okkara fantastiski Kim Hansen, og saman við bólki og Føroya Symfoniorkestur fer hann at framføra allar teir bestu sangirnar. MC Restorff, Lena Anderssen og Jens Marni Hansen luttaka sum “special guests”.

 

 

 

Kim hevur verið virkin á føroyska tónleikapallinum í nærum eitt mannaminnið. Vit kenna hann fyri tónleikalig samstørv, sum fevna breitt og røkka langt. Samstørv, ið hava lagt eitt ótal sangum eftir seg, og sum føroyingar, bæði ung sum eldri, hava tikið til sín.

Henda verkætlanin byrjaði í 2024 og konsertirnar verða spældar 6. og 7. februar 2026.
Eitt tætt samstarv hevur verið millum Kim og Føroya Symfoniorkestur frá hugskoti til konsertframførslu.

Vit kenna Kim sum sangara, klaverleikara og framleiðara á hægsta stigi. Øll árini hevur Kim spælt í ymsum bólkum, men hevur eisini samstarva við einstaklingar. Í nógv ár arbeiddi Kim saman við vininum Kaj Johannesen. Kaj skrivaði tekstirnar og Kim gjørdi løg til. Ein tann kendasti sangurin er Meistarin, ið eisini stendur í føroysku sálmabókini.

Til hesa serligu konsertina fær Kim vitjan av Lenu Anderssen,  Jens Marna Hansen, MC Restorff, ið øll eisini eiga hvør sína stjørna á føroyska tónleikapallinum.
Ímyndi tykkum Kim við bólki og gestum, eitt Steinway flygil og Føroya Symfoniorkestur, so verður tað ikki vakrari.

Magnus Johannesen hevur útsett tónleikin hjá Kim fyri symfoniorkestur. Magnus hevur skrivað nógv fyri bigband, men hevur seinni árini lagt orku í at útseta fyri Føroya Symfoniorkestur, m.a. til Marius Ziska konsertirnar í 2023, og til stórfingnu upplatingarkonsertina í stórhøllini.

Atgongumerki kunnu nú keypast á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum.

 

Føroya Symfoniorkestur

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…