
Lovorð til Leivur
Slíkir ungir raskir dreingir, sum taka til sín av altjóða gastronomiska pallinum í norðurlendskari sigling, har allar tjóðir hittast, hava sanniliga góðar førleikar at bera aftur til okkara framtíðar matstovur – eisini her í Klaksvík.
Bloggarin, Birgir Kruse, ið hevur skrivað meir enn 4.000 bloggar á føroysumum um øll handans viðurskifti, hevur notið gott av okkara kæra, Leivur Øregaard, sum eftir stutta tíð er vorðin ein virdur kokkur umborð á Norrønu og teirra matstovusamtaki, sum eru fleiri hotel og matstorvur í Tórshavn eisini.
Ikki minst, er hann ein er partur av norðurlendskum virðisløntum kokka-toymi!
Á eini ferð við Norrønu hugleiðir Birgir um góða matin og vínið eftir ferðini, har hann kennir seg bornan á lógvum – Hann skrivar m.a:
”Tað er í sambindandi steðginum millum Seyðisfjörð og Hirtshals, at Pætur og Lasse skrivaðu okkum inn á farstøðini at sleppa umborð, síggja skipið og fáa ein bita. Eg fái beinanvegin ein varhuga av, at hetta er ikki bara ein skúlastudia, men ein ítøkilig uppliving av útvendum tænastuvirksemi.
Eitt tað mest hugtakandi og samstundis nýhugsandi, tá tú definerar hin ferðandi og sjónliga hjúklar um ferðafólkið er, at gamla buldribarrin nú er vórðin friðsalt dvøljandi bókasavn, Undirhúsið. Uttan at barrin er tikin burtur. Hon hevur bara fingið nýtt fokus, nýggja innramming, at strekkja og halda fast í siglandi upplivingini, visuelt og rúmliga á ein óvantað fyrimyndarligan hátt.
Norröna, sum er bygd í 2003, gjørdist mest sum eitt nýtt skip í 2022, tá hon fekk tvey nýggj dekk, serliga hitt tíggjunda útsýnsdekkið, Laterna Magica, sum varð sett omaná, tretivu metrar yvir vatngangin. Vit fáa eitt sjampanjuglas í hondina, meðan maisólin skínur yvir Havnina, og síggja Skansan í nýggjum fríggjadagsvinkli.
Kokkur í Munkastovu er Leivur Øregaard úr Klaksvík, sum hevur lært umborð. Matstovan hevur fingið tvær virðislønir frá Den Danske Spiseguide, eins og høvuðskokkurin í samtakinum, Janus Einar Sørensen, eisini hevur fingið virðisløn fyri sítt avrik í føroyska køkinum.
Gastronomiskt verður hjúklað um siglandi ferðafólkið til og úr Føroyum. Stundirnar, førleikarnir og tænastuviljin eru púra greitt til staðar. Og stuttligast er, at leiðandi persónarnir eru so útvendir. Takk fyri tað”.
Les allan bloggin hjá Birk her