Sjúgvaður av vølli
Myndamaðurin hjá Norðlýsinum bleiv sjúgvaður av vøllinum á Djúpumýru í gjár sunnudagin, tá Eysturríki og Niðurlond gjørdu klárt at byrja dyst.
Vanligt er til slíkar dystir, at ongin trupulleiki er hjá miðlum at sleppa framat byrjurnarløtuni til dystarbyrjan.
Men soleiðis var ikki hjá myndamanninum hjá Norðlýsinum í gjár: “Eg haldi, at tað vóru ikki nógv umboð fyri føroyskar miðlar møttir til dystin í gjár. Í hvussu so er hitti eg ongan av teim í miðlarúminum innan dystin, ið vanliga eru til slíkar dystir.
Tá dysturin skuldi byrja, fór eg sum vanligt niður á vøllin við tí endamáli at taka eina liðmynd av liðunum.
Men her møti eg mótstøðu. Øll, sum eg hitti á vegnum sýntust at vita, at her hevði eg onki at gerða, tí øll søgdu at “tú skalt av vøllinum”. Eg eri ongin ársungi í hesum sambandi, so eg ivaðist ikki í, at tey høvdu misskilt eitthvørt. Men soleiðis var ikki, tí tá eg nærkaðist miðlinjuni á vøllinum fekk eg aftur harraboð um at fara av vølli. Kløkkur gjørdist eg sjálvandi og hugsaði “hvat í víðu verð skuldi fara fram her”.
Men tað vísti seg bert at vera vanliga mannagongdin við móttøku og tjóðsangum. Á veg av vøllinum fekk eg aftur boð um, at eg “onki hevði at gera á vøllinum”.
Sjálvandi fekk allur hesin hurlivasin við vøllin meg at kenna meg illa og óynsktan, so eg gjørdi av at fara aftur til hús.
Tí eru ongar myndir av dystinum í Norðlýsinum í dag. Eg haldi, at tað er ongin føroyskur myndamaður fyri fjølmiðlar, ið hevur fylgt kvinnudystum so tætt í gjøgnum so nógv ár sum Norðlýsið.
Hetta var ein ófrættakend uppliving og spurningurin er, hvat eg gerið við dystin mikudagin. Eg helt tað vera ein gestust fyri kvinnufótbóltin at eg møtti sum myndamaður til dystin”