Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ókeypis konsert við svenskum slagverksbólki í Norðurlandahúsinum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  05.05.2025 - 19:47 Tíðindi

Ingesunds Slagverksensemble frá Musikhögskolan Ingesund í Svøríki vitjar í Havn og fer at hava konsert í Norðurlandahúsinum 8. mai kl. 19.

 

Áhoyrarnir kunnu gleða seg til eina konsert við nýggjum svenskum og føroyskum            tónleiki - harumframt fleiri frumframførslur, sum tónasmiðir og lesandi úr hesum londunum báðum hava samstarvað um.

Á skránni eru eitt nú verk sum Slá í ring eftir Rúna K. Mouritsen og In Chains eftir Johan Bodin Eriksson. Harumframt verða spildurnýggj verk framførd, sum tónlistalesandi úr bæði Føroyum og Svøríki hava gjørt – m.a. Dropar fyri tvey slagverk eftir Helenu Sigurðsdóttir Lamhauge, umframt stuttar skitsur, sum lesandi á Fróðskaparsetri Føroya og Tórshavnar Musikkskúla hava skrivað.

Við í Ingesund Slagtøjsensemble eru næmingar frá Musikhögskolan Ingesund, sum er ein partur av Karlstad Universiteti. Útbúgvingin hevur síðani 1923 verið týdningarmikil miðdepil fyri tónleikaundirvísing í øllum Norðurlondum, og í dag koma lesandi úr øllum Svøríki - umframt í løtuni eisini úr Føroyum.

Konsertin er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…