Lýsing
Lýsing
Lýsing

Leigubústaðir til Klaksvíkar Sjúkrahús

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.05.2025 - 23:00 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Útboð av leigumáli til Klaksvíkar Sjúkrahús – smærri leigumál til læknar og onnur heilsustarvsfólk

 

ÚTBOÐSBRÆV Útboð av leigumáli til Klaksvíkar Sjúkrahús – smærri leigumál til læknar og onnur heilsustarvsfólk Í sambandi við at Klaksvíkar Sjúkrahús fer undir heildarumvæling av starvsfólkabygninginum, hevur sjúkrahúsið tørv á at umhýsa læknar og onnur heilsustarvsfólk, ið vanliga búgva í starvsfólkabygninginum í sambandi við arbeiðsdagar og vakt.

Klaksvíkar Sjúkrahús leitar eftir smærri leigumálum; bæði 1- og 2- manskømur leigumál. Talan er um langtíðarleigu og verður tørvurin frá medio august 2025 og tvey ár fram.

 

STAÐSETING Ætlaðu leigumálini skulu vera staðsett við stuttari gongufrástøðu til Klaksvíkar Sjúkrahús. Ynskiliga gongufrástøðan er ikki meir enn 7 minuttir.

 

INNRÆTTING AV LEIGUMÁLUM OG LEIGUKOSTNAÐUR Leigumálini skulu vera í hóskandi standi, løtt at halda rein, gott inniklima og ikki verða ávirkaði av larmi útifrá (góðska). Leigumálið skal vera við innbúgvi (tó ikki handklæðir, seingjarklæðir, lappar og viskistykkir), hava ein funktionellan køk/alrúm, gott WC við bað/brúsu og kamar/kømur. Leigumálið skal hava egna inngongd og internet (funktionalitet). Tað skal upplýsast ein samlaður mánarligur leigukostnaður. Tey, ið ynskja at bjóða leigumál fram, skulu viðfesta myndir av WC við bað/brúsu, køki/alrúmi og kamari/kømrum.

 

VIÐGERÐ AV INNKOMNUM LEIGUMÁLUM Støða verður tikin út frá eini heildarmeting av góðsku og funktionaliteti í leigumálinum, staðseting og leigukostnaði. Prísur 50% og góðska 50 %

 

FREIST AT BJÓÐA LEIGUMÁL FRAM Tilboð skulu sendast inn til umsokn@ks.fo í seinasta lagi: Týsdagin, 27. mai 2025, klokkan 12:00. Tilboð, sum koma inn eftir hesa freist, verða ikki tikin við til metingar.

 

TILGONGD Tá freistin er farin, tekur Klaksvíkar Sjúkrahús støðu til, hvørji uppskot farið verður víðari við. Seinna umfar fevnir um vitjan av leigumálum, har ein ítøkilig meting kann gerast.

 

SPURNINGAR Áhugaði kunnu venda sær til Alexandru á Dul, sjúkrahússtjóra, tel. 288922 ella t-post: alexandra@ks.fo, fram til freist at bjóða inn.

Vit gleða okkum at frætta frá tykkum. Klaksvíkar Sjúkrahús

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tilflytara­politikkur
Veðrið í vikuni
Sí valfundin her
3. Gullbeini
SÍ føroyameistari eftir fimmsettara ímót…
Klárt til almennan valfund í Varpinum í…
Klaksvíkar Billard­felag føroyameistari
FM-finalur hjá kvinnum og monnum á Gilja…
- Tit skulu nokk útrættað okkurt gott í…
Valprát við Miðflokkin
Valprát við Fólka­flokkin
Balto krokar á Skálafjørðinum
Tað skal loysa seg at arbeiða!
Bládúgvan, Drunnhvítan & ófødda barnið
25.000 kr. frádrátt til sjúkrarøktarfrøð…
Fara fleiri eldri føroyingar at flyta ti…
Fíggjarligt haldføri og burðardygd.
Karin Kass gevst á Sjóndeplinum
Vit hava tørv á útlendskari arbeiðsmegi,…
Latið føroyingar keypa á netinum – sum r…