Lýsing
Lýsing
Lýsing
Ian Laister, managing director í Bakkafrost Scotland, og Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti | Mynd: Jóhann Lützen

Í Skotlandi stuðla myndugleikarnir alivinnuni

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.05.2025 - 21:24 Tíðindi Vinna

Millum føroysku fyritøkurnar á stóru sjógætismessuni í Barcelona, sum júst er komin í helvt, er Bakkafrost, og á føroyska básinum vóru umboð fyri bæði føroyska og skotska partin av alifyritøkuni. Skotska greinin av Bakkafrosti skal vaksa, er ætlanin. Í Skotlandi er tað so, at skotsku myndugleikarnir vilja fegnir hava stórar og sunnar fyritøkur, so teir stuðla ætlanini hjá Bakkafrosti bæði fíggjarliga og við samstarvi.

 

Skotska alivinnuráðfrúin var ”i egen høje person” hjástødd á sjógætismessuni í Barcelona, og úr tí spurdist ein fundur millum hana og umboðini fyri Bakkafrost. Eisini vóru umboð frá skotska myndugleikanum, sum svarar til føroysku Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, við á bæði messu og fundi. Norðlýsið er við, og eftir fundin spurdu vit Ian Laister, dagligum leiðara fyri skotska partin av Bakkafrosti, Bakkafrost Scotland, og Regin Jacobsen, stjóra fyri alt Bakkafrost-samtakið, um, hvat spurdist burturúr fundinum:

– ”Vit høvdu ein fund við fiskimálaráðfrúuna í Skotlandi, og hann snúði seg um ávegis broytingar, sum vit helst skuldu vera samd um, eitt nú at konsolidera okkum, at vaksa í stødd og at fara út á djúpri hav, umframt at hann snúði seg um klekingarstøðir og meirvirking upp á langt sikt. Har er framvegis eitt fitt petti eftir, til vit koma har til, men stjórnin og heilsufrøðiligu myndugleikarnir hjálpa væl til við røkka tí. Tað kann bara ikki gerast upp á eitt ár ella so; tað fer at taka millum 5 og 10 ár. Har er ein arbeiðsbólkur settur við umboðum fyri stjórnina, sum skal arbeiða fyri at røkka strategiska málsetninginum, og vit samstarva tætt við bæði myndugleikar og partaeigarar okkara”, sigur Ian.

 

Bakkafrost aktivt við í økismenning av m.a. Hebridunum

Regin Jacobsen leggur afturat:– ”Sum Ian sigur, so hava vit í eina tíð nú arbeitt við at fáa flutt aliøkir út á djúpri vatn. Í Skotlandi er tað, eins og tað var í Føroyum fyri 10 árum síðani, við tað at alibrúkini liggja inni á grunnum sjógvi. Við at leggja alibrúkini saman og harvið gera tey størri, eins og við at flyta tey út á djúpri hav, so kann framleiðslan økjast nógv. Í Skotlandi eru alibrúkini niðri á 1.000-2.000 tonsum, meðan í Føroyum eru tey á kanska 10.000 tonsum”, sigur Regin, og Ian samtykkir í, at ætlanin er at fara tann vegin.

– ”Vit arbeiða eisini á fleiri støðum á vestursíðuni av Hebridunum, og har eru fleiri smærri brúk løgd saman til færri stór. Og her í Skotlandi hjálpa myndugleikarnir væl til, eins og Stórabretland sum heild eisini sær møguleikar í alingini. Tí hava vit fingið játtað stuðul frá stjórnini til at menna alivinnuna við, og Skotland roynir á tann hátt at tiltrekkja eksternar íleggjarar. Hetta er ein stórur møguleiki fyri okkum skotar, og tað skapar nógv arbeiðspláss, og hjálpir lokalsamfeløgunum samstundis sum tað hjálpir Bakkafrosti”, sigur Ian Laister at enda.

Regin Jacobsen leggur afturat, at: – “Tey [skotar] eru ógviliga engagerað í at fáa hesa gongdina. Ministarin møtir eisini upp á alibrúkunum, og til fundir hevur hann ella hon fólk afturat sær, sum vit so koma í samband við og kunnu fortelja boðskapin. So vit hava eina sterka kenslu av, at í Skotlandi vil man hava arbeiðspláss á smáplássum. Eitt nú á Hebridunum”, sigur Regin Jacobsen.

 

Mairi Gougeon - alimálaráðfrú í Skotlandi saman við Regin Jacobsen í dag

Lýsing
Seinastu tíðindini
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…
Lágu laksaprísir­nir eru ikki bara ringir
Myndarøð: Føroyar-Eysturríki 0-9
Samgongan revsar reiðarí í Klaksvík
Dynamit tekur Vágsbø
Farmaskipið Akranes selt til reiðaríið F…
Hanus vitjar Norðlýsið
Barna- og ungdómsguds­tænasta í Kunoy
Vit skulu vera enn sjónligari
Kalas spælir á Summar Festivalinum
Søgulig samanbering: