Lýsing
Lýsing
Lýsing

Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmálini

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  08.05.2025 - 12:00 Tíðindi Vinna

Durita í Grótinum er góðskuleiðari í JFK, og herundir setir hon orð á, hvussu Gadus við síni løggilding í dag skapar størri virði, gevur sítt íkast til heimsmálini hjá ST, er við at minka um hungur í heiminum og ikki minst er burðardyggur. 

 

 

Durita sigur: – ”Bæði mjøl og lýsi hevur nógv virði, og tað krevur ikki eins nógva arbeiðsorku frá manningini. Har er ein einstakur ”mjøl-maður” umborð, men har er alla tíðina onkur, ið hevur mjølverksmiðjuna undir hond. Upp á sikt vænta vit, at inntøkurnar frá mjøli og lýsi eru so góðar, at tað er rættiliga áhugavert hjá manningini at vera við í framleiðsluni av tí. Tað gevur góða meining fyri teir, við øðrum orðum, men sanniliga eisini fyri reiðaríið: Fyri at seta tað í frásjón kann sigast, at inntøkurnar av mjølframleiðsluni kunnu fíggja oljuútreiðslurnar til skipið.”, sigur Durita í Grótinum.

 

Virðisskapan

Spurd um virðisskapan sigur Durita: – ”Nú eru vit endiliga komin á mál við, at vit hava fingið løggilding at selja til matna, ið vil siga, at vit kunnu selja fiskamjøl víðari sum matvøru, og tað er serliga proteïnini í fiskamjølinum, sum er av áhuga. Mjølið verður brúkt í suppum og sósum, til dømis fiskasuppu ella proteïnríka sós. Lýsið verður eisini brúkt sum matvøra og er góðkent til tað. Hetta er nokkso nýtt fyri okkum, men marknaðurin sær spennandi út. Vit hava samband við kundar í til dømis Noregi, sum hava ein globalan marknað. Tey menna sína framleiðslu víðari, og brúka fiskamjølið í samráð við sínar kundar. Eisini er stórur eftirspurningur eftir hesum í Asia, og fiskamjølið verður eisini tilsett matvørur, sum eru at kalla ókendar í Føroyum”, greiðir góðskuleiðarin frá.

 

Gadus góður fyri heimsmálini

Eisini veit Durita at siga: – ”JFK er aktivt við í royndunum at liva upp til heimsmálini hjá ST um eitt nú, at ongin skal doyggja í hungri. Fiskamjølið er ríkt uppá proteïn, sum ger, at fólk blíva mett, og hartil er tað eisini burðardygt, tí vit blaka onki burtur. Harvið liva vit longu upp til 2 av heimsmálunum. Bæði framleiðslan av mjøli og framleiðslan lýsi eru rættiliga vitanartungar framleiðslur, og tann vitanin verður m.a. nýtt til at fáa so høgt proteïninnihald sum møguligt. Eisini er innihaldið av ávísum fitisyrum í lýsi avgerandi fyri prísin. Hetta eru øki, sum eru í støðugari menning hjá okkum, og næst á skránni er at fara í samstarv við granskarar, sum fáast við mjøl, lýsi og optimering av framleiðslu. Hetta gera vit við tí fyri eyga, at alt skal gerast so gott sum gjørligt”, sigur hon.

 

Framtíðin sær spennandi út

– ”Nú hevur Gadus framleitt mjøl og lýsi í eitt ár, og tað hevur gingið serstakliga væl. Framleiðslan hevur verið støðug og kontinuérlig, og tá ið barnasjúkurnar vístu seg, megnaðu vit at loysa trupulleikarnar, so at í dag gongur framleiðslan rættiliga væl. Vit fyrireikaðu okkum eisini væl til hetta slagið av framleiðslu við, at vit høvdu ein mann við norskum skipi, sum framleiddi mjøl, og sum fekk sína upplæring har um, hvussu mjøl verður framleitt umborð á einum flakatrolara. Vit eru væl við, men vit kunnu læra nógv afturat, vita vit.”, sigur Durita at enda.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
100 fermetrar stórt KÍ flagg
Her sæst KÍ dysturin hóskvøldið
Postkort úr Finlandi
Nýggj pantskipan á G! minkar plastdálkin…
Hóskvøldið spælir NSÍ altjóða dyst í Kla…
KÍ Varpið vísir ikki útidystin móti SJK
Góð úrslit hjá føroysku peningastovnunum
Myndarøð: Víkingur - Lincoln Red Imps
Myndarøð: KÍ á veg til Finlands
Nú skal tað verða - Klaksvíkin skal rudd…
Stakkavík 6000 pund
Søgan um Merle Haggard (6:9)
Poula fer at stýra ítrótti­num á Betri Oy…
KÍ hópurin komin til Vaasa
Einki tap í Champions League dystum í Kl…
Á Kappanum við Jóannesi Paturssyni
Jónleif: Næmingar dáma væl fleiri lærara…
Erik: Sølan til Summar­festivalin er góð
Champions League í Klaksvík týskvøldið
Magnus Powell: Hetta verður spennandi