Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ársins fyrsta ferðamannaskip til Klaksvíkar

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  08.05.2025 - 23:55 Tíðindi

Í ár fær Klaksvíkar Havn vitjan av seks ferðamannaskipum. Tað fyrsta kemur í morgin, fríggjadagin 9. mai. Talan er um enska skipið Ambition, frá reiðaríinum Ambassador Cruise Line, har umleið 1200 ferðandi eru umborð. Skipið kemur at liggja á Norðhavnini frá kl. 8:00 til 17:00.

 

Nógv verður gjørt burturúr, nú ársins fyrsta ferðamannaskip kemur til Klaksvíkar.

M.a kann nevnast, at á torginum uttanfyri Biskupstorg, sum um veturin er ein skoytubreyt, verður møguligt at keypa ostar, súltutoy, munnbitar við føroyskum viðskera og bundnar prýðislutir. Opið verður frá kl.10 til kl.15-16. 

Eisini fer Klaksvíkar Dansifelag at dansa føroyskan dans kl.13:00.

Klaksvíkar kommuna gleðir seg at taka ímóti fyrsta cruiseskipinum í ár, og vónar at hetta verður ein góð uppliving, bæði fyri borgarar í kommununi, og fyri tey ferðandi.
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ í finaluni um løgmanssteypið eftir st…
Gleðiliga jólasøku
Opið hús á KG leygar­dagin
Nýtt skip í føroyska flotan
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar til Andorra
Myndarøð: Íslendska forsetafrúan vitjaði…
Unga sildin kemur seg í Norð­urhøvum
Upptakt: NSÍ-KÍ
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…