Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Fiskur fast pláss á matskránni undir KG

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen, Myndir: Oliver Joensen  |  09.05.2025 - 18:34 Tíðindi Vinna

Norðlýsið gjørdi samrøðu við Jón Rasmussen, eigara, nú nýggja hotellið hevur fingið søguliga navnið KG, og reisigildi var. Vit spurdu hann um navnið til hotellið, vælveruøkið, veitsluhølini, grøna profilin, upplatingardagfesting, og so sjálvsagt, um hotellið fer at hýsa teirri í Klaksvík nógv eftirspurdu fiskamatstovuni.

 

 

– ”Vit hava verið ótrúliga spent upp á hotellverkætlanina sum heild, og upp á navnið. Navnið hevur fylt nógv í tilvitskuni hjá okkum, og tað leingi. Annars hava fleiri snávingarsteinar verið gjøgnum hesi 4-5 árini, men nú standa vit so sum byggiharri og ánari, og tá nú avgerðin um navnið varð tikin, fall tað væl. Navnið skuldi vera savnandi fyri økið, lætt at siga, tað kann ikki bendast skeivt, og tað er ikki stolið frá nøkrum øðrum, t.d. staðarnavni. Navnið situr væl og følist væl”, sigur Jón.

Í Rasmussen-familjuni hevur verkætlanin havt nógv at siga. Um tað sigur Jón: – ”Tað fyllir nógv hjá okkum. Bæði hjá Eyðuni, Boga, mær og pápa, og sjálvandi eisini hjá Jan [Petersen, blðm.]. Vit hava fingið ta ultimativt bestu plaseringina í Klaksvík, og tað hevur verið umráðandi fyri okkum at gera ein bygning, vit sjálvir kunnu vera ernir av. Ikki nakar stórur, tómur kassi, men nakað tíðarleyst og flott, og tað hevur arkitektakappingini eisini víst, til dømis við ljósføring, vindeygum v.m.”, sigur Jón og endurtekur, at hetta er besta grundstykkið í býnum. Men hotellið verður ikki bara eitt stað at gista.

 

Matstovan, veitsluhøli og vælveruøki

– ”Hetta lyftir bæði ferðavinnuna og Klaksvíkina hægri upp, ikki minst at vit fáa eina góða og flotta restauratión”, sigur Jón Rasmussen, og heldur fram: – ”Og á hotellinum verður eisini eitt veitsluhøli, sum við rundum borðum tekur 220 fólk og við longum borðum umleið 300 fólk. Her verður eitt vælveruøki, og tað fer alt saman at geva Klaksvíkini eitt nýtt andlit. Hetta er nakað, býurin hevur manglað, og ætlanin er, at hetta skal innganga í samanhangin, sum er í økinum frammanundan, herundir handilsvinnuna í býnum”, sigur Jón Rasmussen.

Í Klaksvík hevur leingi verið eftirspurningur eftir eini fiskamatstovu. Norðlýsið spyr Jón beinleiðis, um matstovan í KG verður tann matstovan. Hann svarar:

– ”Tað verður samtakið Gist & Vist, sum fer at taka sær av tí partinum, men tað verður í tøttum samstarvi við okkum. Vit eru í dialogi við Jóhannes [Jensen, stjóra í Gist & Vist, blðm.], og vit hava gjørt av í felag, at fiskur fer at hava fast pláss á menu’ini á matstovuni, sum fer at vera ein à la carte-restauratión. Matstovan hevur gjøgnum Búgvan og Gudruna góða atgongd til fisk”, sigur Jón.

 

Klárt um eitt ár

– ”Vit eru optimistiskir og siga, at hotellið stendur klárt á vári í 2026, og í øllum førum skal hotellið vera uppi at koyra, tá í fiskarímessan [Atlantic Fair, blðm.] verður hildin í mai 2026. Tá skal hotellið vera fult virkið. Umleið 15 arbeiðspláss verða á hotellinum; eitt tal, sum tó kann broytast. Á hotellinum verða 83 kømur og 2 suitur, og matstovan, sum fer at bera eitt egið navn, fer at rúma 60-70 fólkum. Vælveruøkið fær eisini egið navn. Navn til matstovuna er ikki valt enn, men tað kemur”, sigur Jón Rasmussen, sum leggur afturat, at – ”Hotellið verður hitað við sjóhita og fer at hava skránandi flagtak Tað er umráðandi fyri okkum, at vit fáa eitt hotell, har gestir koma inn, ein veitslusal og eina matstovu, sum allar hava hvør sína inngongd. Við øðrum orðum etur man ikki á hotellinum, men á matstovuni, men tó verður ein ávís synergieffekt.

– ”Aftaná at hava checkað inn kann man seta seg í eini lounge, og tað kann man eisini gera eftir at hava etið í matstovuni, eins og morgunmaturin eisini verður etin á matstovuni, sum um kvøldið transformerar til eina restauratión burturav”, sigur hann, og endar við at siga, at:

– ”Hetta verður kul.”  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lembingin byrja í Útistovuhaganum
Rúsan longri opið í Havn
Órógv millum áskoðarar eftir dystin í Ru…
Legendariskur vágabólkur á Summar Festiv…
Tí gjørdist navnið KG
KÍ vann spennandi toppdystin í Runavík
Stroyma frá lands­stevnuni hjá Javnaðarfl…
Fiskur fast pláss á matskránni undir KG
Ferðamanna­skip í Ánunum
Myndarøð: Reisigildið á KG
Nýggja hotellið kallast KG
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…