Lýsing
Lýsing
Lýsing
Kristian Martin Rasmussen er nevndarformaður í Christian í Grótinum samtakinum | Mynd: Oliver Joensen

Tí gjørdist navnið KG

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  10.05.2025 - 08:27 Mentan Tíðindi Vinna

Kristian Martin Rasmussen tók ímóti, tá reisigildi var fyri nýggja hotellinum KG, í Klaksvík fríggjadagin 9. mai á miðdegi. Hann helt eina hugfarsliga røðu um Klaksvíkar hotellsøgu og søguna handan navnið KG

 

 

Hann byrjaði við at hugleiða um hotellsøguna í Klaksvík. Fyrsta hotellið í býnum var Hotel Klaksvig, og tað var har, sum Hvíthús eru nú. Jákup Jacobsen, Jákup á Dalinum, læt tað byggja. Inni var bæði hotell og café. Reyðhús hava eisini eina søgu sum hotell, og tað nevndist Hotel British og var virkið til eftir kríggið. 

Klaksvíkar Sjómansheim, sum í dag eitur Hotel Klaksvík, kom í 1950’unum, og tað var eitt bragd, sigur Kristian Martin, sum Alfred Petersen, trúboðari, gjørdi, tá hann fekk tað upp at standa.

 

Ikki løtuverk

Kristian Martin nevndi, at ætlanirnar um at gera nýtt hotell í Klaksvík hava verið uppi og vent seinastu 40-50 árini, og at mong hava verið spent upp á hesar ætlanirnar, men at tær tíverri eru vorðnar av ongum. Fyri nøkrum árum síðani kyknaði tað prátið so aftur, og komið varð fram til, at áneyðir vóru á, at Klaksvík í samráði við ferðavinnuna fekk eitt nýtt hotell.

Verkætlanin varð m.a. seinkað av Corona-farsóttini, men Kristian Martin var serliga glaður fyri, at onki arbeiðsóhapp – sum altíð er ein vandi, tá bygt verður við stórum kranum og tungum elementum – hevur verið.

 

Ikki spentastur sjálvur

Kristian Martin sigur, at tað er ikki fyri hansara egnu skuld, at hotellið er bygt. ”Vit hava klárað okkum uttan hotell leingi”, nevndi hann í røðuni, men segði so, at í dag er hann sera spentur upp á KG. Hann hyggur ofta oman á hotellið, kanska hvønn dag, antin við kikara ella uttan. Og síðani hyggur hann longur norður. Júst hendan dagin hevði hann sæð 8 skip landa í Klaksvík, og tað birtir vón.

Men heldur tann fiskiskapurin uppat, so kann alt gera tað sama. Tá nyttar onki við einum hotelli í Klaksvík, segði hann í røðuni.

 

Men hví KG?

Kristian Martin sigur, at yvir 200 nøvn komu inn til navnakappingina. Í dømingini løgdu tey dent á, at tað skuldi vera eitt navn, sum øll í Klaksvík kundu taka til sín, og skuldi helst relatera til sjógvin, tí hotellið í roynd og veru liggur úti á Vágni.

Ein onnur orsøk er, at í Føroyingahavnini á sinni vóru nøkur skip, sum skaraðu framúr við at vera væl hildin, við at hava gott skil á og við at hava góðan framburð, og fleiri teirra høvdu KG standandi við stórum bókstavum á bógnum. Vónin hjá Kristian Martin er, at hotellið fer at verða væl hildið, fer at hava gott skil á, og at tað fer at ”fiska væl”, nevndi hann millum annað í røðuni, og legði afturat, at hansara ynski eisini er, at Harrin skal signa verkið.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tíðin er búgvin: Røtt stig fyri eitt ste…
STEINWAY-KONSERT Í KLAKSVÍK
SOS brúðarkjóli!
Venjaraeffektir­nar eru sjónligar
Dávur: Norð­oyastevnuskráin er rúgvusmiki…
Nýtt og gott gamalt á Norð­oyastevnu
Er partur av Stýrisskipanar­lóg­ini farin…
Gongutúrur niðan á Klakk á Borðoynni
Hjalgrím vitjar Norðlýsið
John, Tommy og Abbas
Málverju- og fótbólts­skúli í Gundadali v…
Qigong í Klaksvík við Krabbameins­felagnu…
Nýggj trio við Leu, Elinborg og Katrín ú…
Fær takkarløn fyri óteljandi tímar av sj…
Nú verður skjótari at fáa pakkan heim
Myndarøð: KÍ - AB
KÍ vann seg næstan í finaluna um løgmans…
Kappingarførið má aftur á dagsskránna
Ársins Ódnartak 2025
2024 gjørdist enn eitt gott ár hjá Arbei…