Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Jens Kr. Vang

Órógv millum áskoðarar eftir dystin í Runavík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  10.05.2025 - 15:11 Ítrottur Tíðindi

Tað var ein spennandi dystur millum tvey rættiliga jøvn lið. KÍ endaði við sigrinum, og teimum trimum stigunum, men eftir dystin hevur Norðlýsið frætt, at nakrir einstakir NSÍ áskoðarar gjørdu ónaðir.

Norðlýsið vendi sær til formaninn í Bláu Bylgju, ið eisini var á staðnum, og hann sigur soleiðis:

- Alt var fínt, og eftir dystin byrjaðu vit at rudda upp eftir okkum í skýlinum og kring vøllin. Vit tosaðu eisini við fleiri NSÍ fjepparar, og alt var gjørt í góðum anda.

- Sjálvur haldi eg, at tað er stuttligt og hugaligt, at so nógvir áskoðarar eru til dyst, og stemningurin var eisini sera góður. Men meðan vit rudda av, var onkur NSÍ fjeppari farin avstað við fleiri fløggum og útgerð, sum Bláa Bylgja eigur. Hesir fáu fjepparar, vildu ikki lata fløggini aftur, og ein av ungu NSÍ fjepparunum slerdi ein kvinnuligan KÍ fjeppara við síðuna av høkuni.

Bláa Bylgja hevur fingið umbering frá onkrum av teimum, ið vóru á staðnum, men enn er umbering ikki komin frá øllum teimum persónum, ið gjørdu órógvið.

Stadionspeakarin upplýsti í gjár, at tað vóru uml. 1.200 gjaldandi áskoðarar til dystin, og Bláa Bylgja leggur dent á, at tað bert vóru nakrir heilt fáir, ið stóðu aftanfyri hetta, meðan øll hini róptu og hugnaðu sær í røttum ítróttaranda. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: KÍ nú 7 stig fremst
Siloakórið sangløtu sunnukvøldið kl. 19
Framsýning við Jóanes Nielsen
Havnarbátu­rin vann á norð­oyastevnu
Fípan Fagra fyri triðju ferð í dag
Sundabátu­rin vann hjá 6-mannaførum
Minnist til upphiting­ina í Varpinum
Fípan Fagra vann kvinnu­róðurin
Fípan Fagra vann í stórum stíli hjá drei…
Kodio yvirtekur virksemi hjá Brúsá
Javnleik og stigamet í Moldova
Setan í føgrum veðri
Kappróður: Teknikkur og taktikkur í hásæ…
Veðrið í dag
Elisabet Norðoy Vilhelmsen gjørdist dags…
Arbeiðið at gera nýggja rampu á Syðrad…
Upptakt: KÍ-NSÍ
Ein framúr føðingardags­konsert
Gallarí Á Stongunum lat upp í dag
Team Klaksvík 25 - Legends