Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Fyrsti Christian í Grótinum nýbygdur á Klaksvík

SKRIVAÐ: Jákup Andreasen  |  11.05.2025 - 11:03 Tíðindi Vinna

Í summar eru 50 ár síðan, at fyrsti Christian í Grótinum kom sum nýbygningur av Skála Skipasmiðju á Klaksvík. Fýra ár seinni var hann longdur á Skála. Sum tað var siðvenja, møttu nógv fólk at taka ímóti skipinum. Á dekkinum frammanfyri brúnna stendur Palli Rasmussen ella Palli hjá Mariannu, sum hann var kallaður, og maðurin á dekkinum uttast til høgru kundi verið Grímur Rasmussen.

 

Á brúgvaveinginum haldi eg meg kenna Frimod í Grótinum longst til vinstru í myndini og Jákup Ziskason við einum barni í føvninginum. Jákup er giftur Hergerð, sum er elst av teimum seks børnunum hjá Palla og reiðari á skipinum.

Palli hjá Mariannu (1919-1991) var ikki nóta- ella trolmaður, men kendur sum rokskipari á línuveiðu. Tá hann var í 20 unum var hann útróðrarformaður á Kvikki, og longu tá gekst tað honum væl at fáa fisk. Seinni fór hann at føra skip hjá Kjølbro fyritøkuni. Hann førdi Polarstjøruna í 11 ár, og tá línuskipið Klakkur kom í 1960, fór hann har umborð sum skipari.

Í 1967 bleiv hann skipari á Borðoyarnes, sum var yvirdekkaður og størri enn gomlu línuskipini. Seinni var hann við til at keypa skipið.

Palli fekk eitt skip uppkallað eftir sær, sum var fyrrverandi rækjutrolarin Polar Sea, men tað hevði ikki eydnuna við sær. Í 1999 sakk skipið rættiliga knappliga, meðan teir royndu eftir djúpvatnsfiski í Suðuríshavinum. Nakrir av manningini vórðu bjargaðir, men fleiri sjólótust. Tá var ongin føroyingur við skipinum.

Norðlýsið eigur myndina.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…