Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kurvabóltfelagið HÁVUR

SKRIVAÐ: Anna Berg  |  11.05.2025 - 22:01 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

hevur megnað at komið til Klaksvíkar við heiðursmerkjum í ár.

Kappingarárið hjá kurvabóltinum er liðugt fyri í ár. Hóast mennirnir og kvinnurnar hjá Hávi ikki megnaðu at spæla seg til finalurnar í ár, er nógv at gleðast um. Erla Joensen, sum er 14 ára gomul, bleiv kosin ársins stjørnuskot hjá kvinnum í kurvabólti í ár. Vit gleðast hennara vegna, og skilja væl, at hon vann hendan heiðurin. Erla er dugnalig, skjót og er sera væl fyri tekniskt við sínum driblingum og skotum. Hon hevur spælt við kvinnunum og við børnunum í ár.
Børnini hava samstundis verið væl við í ár, og Hávur hevur verið sera væl umboðað til barnakappingarnar kring landið. Har hava vit klárað at komið heim við heiðursmerkjum. 
Vit fegnast um, at felagið er í støðugari menning. 
Næsta ár stremba vit eftir at fáa eitt U17 lið fyri fyrstu ferð, og vónirnar at fáa tað í lag eru sera góðar.
Takk fyri í ár, og vit gleða okkum at síggja, hvat kurvabólturin hevur at bjóðað komandi ár - bæði hjá vaksnum og børnum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…