Lýsing
Lýsing
Lýsing

Lurtið eftir fólkinum ið her býr!

SKRIVAÐ: Mary Antonsdóttir, forkvinna  |  13.05.2025 - 13:52 Politikkur Tíðindaskriv

Heilsuhjálparafelagið tekur ikki undir við at leingja verandi pensjónsaldur. Hækkið ístaðin fráfaringaraldurin og latið fólk arbeiða, sum orka og hava hug at arbeiða.

 

 

Argumentið hjá uppskotsstillarunum er, at vit liva longri, livialdurin hækkar alsamt og tískil er grundarlag fyri at hækka pensjónsaldurin upp til 70 ár frá 2035.

MEN hóast vit liva longri, sigur hetta einki um kvalitetin av lívinum/heilsustøðuni. Tað er ein sannroynd, at vit gerast feitari, røra okkum minni, eta ósunnari, sita nógv aftanfyri skermarnar og tað sæst aftur í lívsstílssjúkum, sum hjartasjúkum og sukursjúku.

Tí er hetta uppskotið at samanbera við, at selja skinnið, áðrenn bjørnin er skotin.

Skal pensjónsaldurin tvingast ígjøgnum, fegnast vit tó yvir, at mann differentierar ímillum tey sum fara til arbeiðis heilt frá ungum árum av og hava eitt tungt og slítandi arbeiði og tey sum fara seint út á arbeiðsmarknaðin, men 50 ára markið, er alt ov høgt.

MEN, at geva hesum fólkum tíðartreytaða pensjón, við útgangsstøði í miðal fyritíðarpensjón, taka vit als ikki undir við. Hvør kann liva av einari upphædd áljóðandi 12.275 kr áðrenn skatt?

Okkara uppskot er, at hesi sum kunnu fara frá fyri aldur sum 66 ára gomul, verða vanligir pensjónistar við atgongd til egna pensjónsuppsparing, AMEG og fólkapensjón.

 

Mary Antonsdóttir, forkvinna

Heilsuhjálparafelag Føroya

Lýsing
Seinastu tíðindini
Föroya Bjór má ongan veg fara
Framsýningin hjá kvøld- og frítíđarundir…
Eyðun av Reyni sýnir fram í Gamla Seglhú…
ÍF er í steypafinaluni eftir 3-1 sigur á…
Mjølnir er í steypafinaluni eftir 3-0 si…
Kom og hoyr gleðiboðskapin í Betesda sun…
Fingu tað vit fóru eftir
Ovurfegin málskjútti
Nei! Sentralisering av dialysu leingir i…
Líggjas vunnið gull á Danish Open í kvøl…
Borgarafundur um ferða­vinnu­ætlan fyri Sv…
Føroyskir kavaraførleikar styrkja donsku…
Várdagar og Bátafestivalur
Nýtt alment parkeringsøki ávegis í miðbý…
Norð­oyastevnan stendur fyri durum
Heimsmál­ini á bókasøvnunum
Veðrið um vikuskiftið
Klaksvík fylgdi slett ikki við!
Megnar Mjølnir at spæla seg í áttandu st…
Klakkur inni við 190 tonsum