Lýsing
Lýsing
Lýsing
Jacob Eli S. Olsen, formaður í Lærarafelagnum var hesaferð gestur á Lærarastovuni. Vertir vóru Gunnvá Tróndardóttir og Sirið Hanusardóttir Samson, ið báðar eru læraralesandi | Mynd: kvf.fo

Landsroyndir og próvtøl í miðdeild eru ikki fyri næminganna skuld

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  14.05.2025 - 09:35 Tíðindi

”Lærarastovan” er ein poddur, har læraralesandi á Námsvísindadeildini kjakast um evni, sum eru viðkomandi fyri føroyska fólkaskúlan. Poddurin er gjørdur í samstarvi við Norðlýsið. Ein av áhugaverdu niðurstøðunum er, at hvørki lærararnir ella næmingarnir síggja tað meiningsfulla í royndum og próvtølum, í øllum førum ikki áðrenn framhaldsdeildina

 

 

Í seinasta poddinum varð komið inn á m.a. munin millum PISA-royndir og landsroyndir, og har er niðurstøðan, at í PISA er tað nógv greiðari, hvat verður kannað. Til landsroyndirnar hevur Løgtingið bara upplýst, at tær skulu vera, og at próvtal skal gevast. Í praksis hevur tað merkt, at landsroyndirnar eru í allari námsætlanini í støddfrøði, lesing og nátturu & tøkni. Tað er ógreitt, hvat endamálið er, ella rættari, júst hvat hevur týdning at kanna.

Eisini varð komið inn á spurningin um ársmet. Luttakararnir í poddinum halda, at lærararnir kenna næmingarnar hjá sær, meðan til eina próvtøku kann próvtøkuótti spæla inn. Nevnt var, at tað átti at verið nóg mikið við nøkrum skrivligum royndum, men at næmingarnir annars skulu metast við ársmeti. Ein luttakari í panelinum segði, at fráfaringarroyndirnar burdu verið strikaðar heilt, heldur í morgin enn í ovurmorgin, og at tað til próvtøkur mest er ein spurningur um, hvussu man dugir at fara til próvtøku heldur enn ein spurningur um fakliga vitan.

 

Ikki fyri næmingsins ella lærarans skuld

Sagt verður, at næmingarnir ikki áttu at fingið próvtøl, og at lærarar í ov lítlan mun verða eftirspurdir. Avgerðirnar verða tiknar sentralt og uttan at taka lærarar við upp á ráð. Fer man út til lærararnar og skúlastjórarnar, var tað meira viðkomandi, men í løtuni verður tað hugsað sentralt og bara lagt út til lærararnar at útinna eina lógaráseting. Tey, sum taka avgerðirnar, hyggja einamest at úrslitum og handla út frá teimum, men leggja ikki so nógv í arbeiðsháttin.

Royndirnar mugu hava eitt endamál, og lærararnir mugu fáa at vita, hvat endamálið er. Í løtuni hjálpa landsroyndirnar skúlamyndugleikunum til at finna út av onkrum, meðan tað als ikki er greitt, hvat lærararnir kunnu brúka tær til. Tí kann tað vera, at tær verða brúktar til at áleggja lærarum nakað, sum verður sentralt avgjørt. Men tað er ikki lærarin, sum hevur brúk fyri at geva næmingum í fjórða og/ella sætta flokki eitt próvtal. Av tí sama ger tað royndirnar minni meiningsfullar fyri undirvísingina; tær eru at kalla einans til fyri myndugleikan. Ítøkiliga søgdu tey:

– ”Landsroyndin er  ikki til fyri næmingarnar. Landsroyndin er til, tí at Løgtingið vil hava eina roynd.”

 

Landsroyndirnar eiga ikki at hava karakterir, men eitt endamál

Tað er í lagi at vera við í kanningum og at hava royndir, men vit mugu vita, hví vit hava tær. PISA ger tað greitt, og vit skulu bara duga at brúka kanningina. Men tað er ikki í lagi, at landsroyndirnar fara í hvønn krók av námsætlanunum og geva næmingunum í 4. ella 6. flokki ein karakter út frá tí. Tað eigur at vera greitt, hvat verður kannað og hví. Og tað varð endurtikið, at tað er ikki fyri lærarans skuld, at landsroyndirnar finnast. Um ein lærari vil hava at vita, hvat næmingarnir duga, so kann hann saktans finna út av tí uttan landsroyndir.

Allur poddurin kann hoyrast her: https://nordlysid.fo/tidindi/87422 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Megna Klaksvík­ingur ella Norðingur at sv…
Nøglin
Føroyar vunnu á Íslandi í fimmsettara
Herðaklapp frá Ársins Vitanarfróðu
“Get the Basics Right” – so ert tú væl á…
Við føroyskum fiski til Brasil
Stakkavík 34.538 pund hesa vikuna
Country Festivalur í góðveðri
Føroysku flogbóltsmenni­nir ímóti Íslandi…
Vagnur og Brandur vitja Norðlýsið
Listatión av at skifta tekjuna í Christi…
Magnus: Eg ynski, at leikarar spæla nógv
Danny & the Veetos við nýggjum staklagi
Nýggjur og spennandi kapitul á Grafia
Nýggja dokkin er ávegis
Næmingar á Serbreyt­ini fingið húgvuna
Nøglin beinleiðis í morgin kl. 15
Motorsagin riggar – 1,7 milliónir børn l…
Emma Ljungdahl nýggjur leikari í KÍ
Søguligt fyl vekir nýggja vón fyri tað á…