Lýsing
Lýsing
Lýsing
Elsa Maria og Elsubeth á skrivstovuni hjá NFCS | Mynd: Jóhann Lützen

Kappingaravlagandi fyri NFCS, at túrar telja frá tí at loyst verður

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.05.2025 - 09:59 Tíðindi Vinna

Elsa Maria Simonsen hevur arbeitt á Northern Fish Cold Storage, NFCS, síðani 2008. Hon byrjaði “á gólvinum”, sum sagt verður, sum í hennara føri við at arbeiða fisk. Pápi hennara var arbeiðsformaður, og mamma hennara arbeiddi í møblahandlinum hjá Anthoniusi. Elsa Maria arbeiddi áður á Kryvjing, eins og hon hevur starvast á táverandi Roykivirkinum. Hon greiðir frá, at tá í tíðini sluppu næmingar ikki at sova summarferiuna burtur. Var summarstarv ikki á Roykivirkinum, so skuldu teir á Kryvjing í staðin.

 

(Grein úr blaðnum)

 

Elsubeth Poulsen, sum er virkisleiðari á NFCS, og sum samrøður eru við aðrastaðni í blaðnum, er gumma Elsu Mariu, so sigast kann ikki annað enn, at talan er um eina familjufyritøku. Pápi Elsubeth var við til at stovna AFCS (Atlantic Fish Cold Storage), sum tað tá æt, og pápi Elsu Mariu var arbeiðsformaður. Elsa Maria greiðir tó frá, at hon ongar langsiktaðar ætlanir hevði við NFCS; hon var júst liðug við HF í 2008 og skuldi ”bara líka prøva” arbeiðslívið á NFCS. Tað endaði so við, at hon enn tann dag í dag er í fyritøkuni, nú á skrivstovuni.

– ”Eg byrjaði »niðri undir« í fyritøkuni, og tá ið pápi mín gavst, skuldi nýggjur arbeiðsformaður setast. Vit hava skipað okkum so, at mín uppgáva er tann feski fiskurin, og eg fáist við at koyra hann á søluna. Nakað eftir klokkan níggju um morgunin er greitt, hvør eigur fiskin, og so verður støða tikin til, um hann skal pakkast ella um hann verður avheintaður. Avskiping er hvønn mánadag og hvønn fríggjadag, so tá skal seldi fiskurin vera klárur”, greiðir Elsa Maria frá. Hon leggur afturat:

– ”Tá ið tað kemur til útróðrarfisk, so er tað økið ómetaliga nógv broytt, bæði viðvíkjandi prísi og nøgd. Vit plaga at samanbera við tíðina, tá prísurin lá um 7 krónur á toski 4. Hann er ikki farin niður um 20 krónur í langa tíð, og hevur stundum táttað í 35 kr. Nøgdirnar hava tó verið hampuligar og vaksandi uppá tað seinasta. Vit landa eisini 2 trolbátar, »Búgvan« og »Fiskaklett«, og tá tað kemur til prís, hevur tað gingist væl hjá teimum”, sigur hon.

Hon heldur fram: – ”Viðvíkjandi snellubátum, sum vit eisini landa, so hevur várróðurin verið vánaligur, men er í ár av tí frægasta. Tá ið tað kemur til fisk á Føroya Banka, so halda vit í NFCS tað vera rættiliga kappingaravlagandi, at túrarnir byrja at telja frá tí, at loyst verður frá kai. Hetta hevur gjørt, at teir flestu fara stytstu leið, og tí landa teir oftast í Miðvági. Bátar fara eisini hiðani og til Miðvágs, og sigla síðani av Miðvági, fyri á tann hátt at fáa túrarnar at telja styttri. Vit fáa av tí sama ongantíð tær stóru nøgdirnar av fiski frá Føroya Banka hendanvegin”.

 

Um línubátar sigur hon:

– ”Her eru heldur ongir línubátar eftir uttan »Núpur«. Hann hevur landað júst í dag og har hevur ein útflytari keypt, og vit pakka og avskipa so í dag, fyri hann. Eisini hava vit koyrt nakað av frystum út. Í dag blívur tað sostatt ikki ein langur dagur. Tó í hesi bransjuni veit man ongantíð, hvussu ein arbeiðsdagur sær út, so klokkan fýra í dag kann tað væl vera, at her verður nógv at gera. Vit eru tilsamans 5 fólk í starvi; 2 á skrivstovuni og 3 niðri undir. Tað kann tó væl koma fyri, at vit á skrivstovuni fara niður undir, um vit ikki fáa fólk, men tíbetur er tað so, at vit kenna onkrar, sum vanliga sigla úti, og er heima í løtuni, og sum vit tí kunnu heita á”, sigur hon.

– ”Tá ið laksurin var, so kundu vit væl vera upp ímóti 30 fólkum í starvi. Og aftur fyri 3 árum síðani var nógvur fiskur, og tá høvdu vit eina rúgvu av skúladreingjum í starvi, sum arbeiddu út á kvøldið hvørt kvøld”, sigur Elsa Maria Simonsen at enda.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Komið øll við á Djúpumýri
Lokalur leikari gjørt nýggjan sáttmála v…
Nógv stendur uppá spæl í gamla klassikar…
Hegn og garðar skulu vera í seyðahøgum s…
Heimskendir tónleikarar vitja Varpið
Eurovision í Norð­lýsinum
Grillhugni í góðveðri­num: KBI bjóðar við…
Kappingaravlag­andi fyri NFCS, at túrar t…
Kirkjuliga Heimamissiónin hevur Ársmøti…
Vikuskiftismøt­ini hjá Kirkjuliga Missión…
Lendi til íbúðarverkætlan til sølu - Dag…
Páll A. Klettskarð og Odmar Færø hava gj…
Myndarøð: Holland vann á Fraklandi
Boða frá tiltøkum til Norð­oyastevnuskrán…
Gøtan á Kallin
Nýggjur útróðrarbátur í Klaksvík
Bøgøta stongd í samband við fótbóltsdyst
Lána pengar fyri at fíggja hallið á fígg…
Lands­royndir og próvtøl í miðdeild eru i…
Í dag spæla Holland-Frakland hálvfinalu…